Føroyar endaðu hesa EM-undankapping við at vinna eitt stig niðri í Albania. Hóast Albania partar av dystinum hevði bóltin nógv, so var sjáldan vandi á ferð. Hinvegin so megnaðu okkara menn heldur ikki at koma til veruligar møguleikar, hóast vit í fleiri løtum í seinna hálvleiki høvdu bóltin nógv.
Dysturin og avrikið vóru góðkend, men framvegis hava vit ikki skora í sjey dystir.
Dysturin á FaroeSoccer
Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, valdi at gera nakrar broytingar á liðnum til kvøldsins dyst niðri í Albania. Langt um leingi var Jóannes Danielsen úr KÍ aftur á høgra bakki, og í miðverjuni fekk Hákun Edmundsson, beiggi Jóan Símun, møguleika undir liðini á Oddmari Færø.
Brandur Olsen var eisini aftur á miðvøllinum, og sum heild var liðið nakað yngri enn tað hevur verið seinastu tíðina.
Føroyar fóru hampiliga langt frammi á vøllin frá byrjan, tó uttan at leggja ov nógv fyri. Albania hevði bóltin, men føroyska liðið stóð væl. Upp á nógvar mátar minti føroyska spælið eitt sindur um spælið hjá KÍ.
Albania fekk einki burtur úr at hava bóltin nógv. Møguliga løgdu teir ikki so nógv fyri, nú teir longu hava spælt seg til EM-endaspælið, í øllum førum vóru teir lítið hóttandi fram eftir vøllinum.
Um miðjan fyrra hálvleik komu Føroyar eina lítla løtu longri fram á vøllin. Vit fingu nakrar innkastsstøður, og eftir eitt hornspark slapp Hákun Edmundsson at skalla rættiliga leysur, men bólturin fór framvið málinum
Tá ið hálvur tímar var spældur, máttu Føroyar skifta málverjan, Mattias Lamhauge, út, tí hann fyrr í dystinum fekk ein stoyt. Inn kom Bárður á Reynatrøð úr Víkngi. Eisini fekk Gunnar Vatnhamar ein ordiligan stoyt, tá ið hann fekk fótin hjá Viljormi Davidsen í høvdið. Tað sá ikki gott út, men eftir eina løtu, spældi Gunnar víðari.
Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki kom Albania fyri fyrstu ferð í dystinum í nakrar vandamiklar støður, og Bárður á Reynatrøð hevði einar tvær frálíkar bjargingar.
Seinni hálvleikur byrjaði eitt sindur aftur og fram, og ferðin á dystinum var framhaldandi sera lág. Jóannes Bjartalíð rak einaferð sera væl í høgru síðu, og stakk bóltin hegnisliga fram til Jóannes Danielsen, sum legði innfyri, men bólturin lág eitt sindur aftanfyri Jóan Símun.
Tað var týðiligt at síggja, at hesin dystin hevði ikki tað stóra at siga fyri Albania. Teir hildu seg aftur í at fara í takklingar, og Føroyar fingu so góðan frið sum ongantíð fyrr.
Bjartalíð kom eisini til eitt gott skot, sum tíverri var við høgra beini og fór beint fram við málinunum.
Eitt korter inn í seinna hálvleik mátti Brandur geva skarvin yvir, og Sølvi Vatnhamar kom á vøllin. Spælið broyttist nú, og Føroyar kláraði ikki at halda bóltin á liðnum. Albania kom longri fram á vøllin og hevði nakrar royndir, sum fingu viðhaldsfólkini at ressast við.
Alt í alt ein av frægu dystunum hjá okkara landsliði í eina tíð. Tað skal tó havast í huga, at Albania als ikki spældi upp til sítt støði, og tí var bakgrundin ógvuliga bílig.
Vit sluppu at hava bóltin nógv hendan dystin, men kortini so tyktist tað framvegis eins torført at koma til vandamiklar støður móti málinum.
Vit høvdu ongan veruligan møguleika og onga roynd á málið, so vit er ikki komin nærri at loysa álopstrupulleikarnar á liðnum.
Alt gott um Jóan Símun, men vandamikil móti málinum er hann ikki, og tá ið einsamalli áleyparin ikki er ein málhóttan, so er torført at skora.
Einasti leikarin hjá Føroyum, sum tykist at hava málið í huga, er Jóannes Bjartalíð, og hann var við í nærum øllum av okkara álopum.
Spell at vit ikki sluppu at síggja Adrian Justinussen á landsliðnum hesaferð, nú hann var úttikin. Hann dugir bæði at skora og leggja upp til mál, og tað er løgi, at hann ikki verður royndur, tá ið hugsað verður um, at hann er í besta fótbóltsaldri. Landsliðið manglar í hvussu er leikarar, sum hugsa móti málinum.
Annars spældu flestu føroysku leikararnir ein góðkendan dyst. Málverjarnir báðir stóðu væl. Í miðverjuni eru Oddmar og Hákun helst sjálvskrivaðir komandi dystirnar. Jóannes Danielsen vísti aftur, at hann er tryggleikin sjálvur á høgra bakki, og tað er langt síðan, at Viljormur Davidsen hevur spælt ein so góða landsdyst, sum í dag.
Á miðvøllinum stóð Brandur fyri bólttryggleikanum, Bjartalíð var hóttanin fram eftir vøllinum, Jákup Andreasen spældi sum vanligt ein góðan dyst, Shaki var allastaðni og aftanfyri teir ruddaði Gunnar Vatnhamar væl upp.
Heilt frammi royndi Jóan Símun alt hann kundi, men sum nevnt, so er hansara styrki ikki móti málinum.
Í kvøld var landsliðið yngri enn leingi. Tað mundi eisini vera ein av orsøkunum til, at tað var eitt sindur meira orka í okkara spæli, og tað gevur ein vón til komandi HM-undanspæl.