HB vann 29. steypasigurin

Finalan um løgmanssteypið 2023
B68-HB  0-0 (0-0) (3-5 eftir brotssparkskapping)


Steypasigurin hjá HB gjørdist ikki so lætt vunnin, sum nógv høvdu væntað undan finaluni. B68 gjørdi alt teir kundu og meira afturat fyri at stjala steypið frá HB, og eftir ein málleysan dyst og umdyst vann HB brotssparkskappingina.

Í fyrri hálvleiki var HB annars betra liðið og átti helst at havt avgjørt finaluna. Í seinna hálvleiki var B68 betri við, og hóast HB hevði meira spæl, so var langt millum møguleikarar.

Endin varð, at HB vann. Tað merkir samstundis, at B36 fær seinasta plássið í Evropa næsta ár.

Eftir at B68 hevði fyrsta álopið í dystinum, fekk HB yvirvág. Kanska ikki við tí poleraða samanspælinum. Men við meira beinleiðis spælið, enn vit hava sæð frá HB higartil í ár.

Tað førdi eisini til fleiri góðar møguleikar. Mikkel Dahl kundi havt skora tvær ferðir, og ein væl upplagdur Matthias Præst Nielsen hevði størsta møguleikan, tá ið hann rak seg leysan.

Hjá HB var Adrian Justinussen við í tí mesta, og hann legði nógvar bóltar inn fyri móti einsamalla áleyparanum Mikkel Dahl.

B68 legði væl skiljandi ikki nóg fyri, og tað var bara við standardstøður, at teir valdu at senda nakað av fólki fram. Í fleiri førum kastaði Dabo long innkast inn í brotsteigin, men tað varð ongantíð veruligur vandi á ferð.

Sum fyrri hálvleikur leið, javnaði dysturin seg eitt sindur. HB gavst við høga trýstinum, men var kortini omaná.

Verjuspælið hjá B68 var gott, og serliga var tað ein fragd at síggja Áka Johannesen, sum hevur ment seg til at vera ein av bestu verjuleikarum í landinum. Tað skal verða løgið, um hann ikki verða at síggja í einum av oddaliðunum nakað skjótt, og hvør veit, um ikki landsliðið bíðar um nøkur ár.

B68 legði út sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki og kom í fleiri støður, har tað var nær við og næstan. HB hevði hesa løtuna trupult við at fáa spælið at hanga saman.

Tað var tó skjótt, at seinni hálvleikur fór at líkjast fyrra. HB valdi nú ikki at spæla líka beinleiðis sum fyri steðgin, men spældi í staðin bóltin runt og leitaði eftir málmøguleikunum.

Tað gekst tó illa hjá HB at koma til nakað sum minti um málmøguleikar, og B68 hevði betri tamarhald á støðuni enn í fyrra hálvleiki. Ein av stóru trupulleikunum hjá HB var, at teir vóru alt ov óneyvir í samanspælinum, og tí eydnaðist ikki at spæla verjuna hjá B68 sundur, áðrenn bólturin varð mistur.

B68 hevði framvegis sínar løtur og í einum sekvensi fingu teir tvey hornaspørk ár rað og veruligt lív kom í lívligu áskoðarafjøldina av Toftum.

Tað varð longri og longri millum snapsirnar, og longd leiktíð hótti á Tórsvølli. B68 var væl við seinastu løtuna og hevði nakrar hornasparksstøður.

Liðini fingu hvør sín góðan málmøguleika, áðrenn dystuin endaði. Fyrst Præst hjá HB eftir eina kontrastøðu, og so Jørgen Nielsen hjá B68, sum ikki fekk skot á bóltin, tá ið hann gjørdist púra leysur.

Ein ikki serliga hendingrík finala fór út í umdyst.

Í umdystinum hevði HB fleiri góðar kontrastøður, men framvegis manglaði neyvleikin. Hinvegin hevði Jørgen Nielsen enn ein góðan møguleika, men skotið var ikki nóg gott.

Seinni hálvleikur av umdystinum var, sum vanligt er. Menn vóru móðir, og tað hendi ikki tað stóra. HB royndi og hevði nakrar frísparksstøður, men tær vóru so langt úti á vøllinum, at Adrian ikki kundi skjóta beinleiðis.

Hjá B68 hevði innskifti Villiam Klein, sum er uppvaksin í HB, eina góða langskotsroynd, sum fór beint fram við málinum, men Teitur Gestsson hevði helst bjargað, um bólturin var innanfyri.

Í brotssparkskappingini skoraði Adrian við fyrsta brotssparkinum, og so bjargaði Teitur fyrsta brotsparkinum hjá Sebastian Lau Nielsen. Allir hinir skoraðu, og avgerandi brotssparkið hjá HB sendi Hanus Sørensen trygt í málið.

HB slapp undan “skommini” at tapa móti B68, men tað var nær við. B68 kann vera sera stolt at sínum monnum, sum veruliga góvu HB mótstøðu.

Eisini kunnu toftafólk vera errin av sínum víðhaldsfólkum, sum allan dystin á tamb hoyrdust betri enn viðhaldsfólkini hjá HB. Eisini eftir dystin vóru viðhaldsfólkini hjá B68 mælskari enn tey hjá HB, og tey hildu fram at syngja B68-sangir í minst eitt korter eftir at steypið var handað.

HB er steypaliðið av øllum, og hetta var 29. ferð at føroya mest vinnandi lið hevur vunnið steypakappingina.

Hjartaliga til lukku við løgmanssteypinum HB.