Sir Bobby Charlton við HM-steypinum eftir finalusigurin móti Vesturtýsklandi í 1966. |
Hann vann heimsmeistaraheitið við Onglandi í 1966 og var sama ár valdur til besta leikara í Evropa, tá ið hann vann Ballon d’Or.
Sir Bobby Charlton spældi sum 18 ára gamal í 1958 sín fyrsta dyst fyri Manchester United og var partur av einum sera lovandi Manchester United-liði, sum vann meistaraheitið bæði í 1956 og 1957.
Góða gongdin hjá United fekk tó ein bráðan enda, tá ið átta leikarar doyðu í eini flogvanlukku í München í Týsklandi á veg heim frá Evropa Cup dysti móti Reyðu Stjørnu í Jugoslavia.
Bobby Charlton yvirlivdi flogvanlukkuna og spældi við Manchester United til 1973. Hann spældi 758 dystir fyri United og verður mettur sum ein tann besti leikarin í søgu felagsins. Hann skoraði 249 ferðir. Við United vann hann trý meistaraheiti, eina FA-steypakapping og einaferð vann hann Europa Cup fyri meistaralið (Champions League).
Charlton skoraði 49 mál í 106 landsdystum fyri Ongland, og var leingi, tann í hevði skorað flest mál fyri landsliðið.
Sir Bobby Charlton var útnevndur riddari av Onglandi í 1994, og var høgt virdur í fótbóltsheiminum.
Hann sá nærum hvønn dyst hjá Manchester United til hann fekk staðfest minnissvinn fyri trimum árum síðan.
Minni um Sir Bobby Charlton livir víðari á Old Trafford, tí uttan fyri er ein standmynd av honum saman við Dennis Law og George Best. Eisini var suðursíðan á Old Trafford í 2016 uppkallað eftir Charlton, og eitur í dag Sir Bobby Charlton Stand.
Hvíl í friði