VÍF víðari fyrstu ferð síðan 1980

Mynd: Andrei Antal
EHF European Cup, 3. umfar
14. oktobur 2023: Handball Esch - VÍF 30-31 (15-17)
15. oktobur 2013: VÍF - Handball Esch 30-28 (16-12)

Menninir hjá VÍF hava spælt seg víðari til triðja umfar í EHF European Cup. Teir vunnu sunnudagin seinna dystin móti Esch úr Luksemborg við 30 málum móti 28.

Tá ið VÍF eisini vann fyrra dystin 31-30, er greitt, at VÍF er víðari.

---------------

Liðið úr Luksemborg var at síggja til eitt lið, sum VÍF átti at vinna móti, og gekk eisini akkurát.

Dystirnir báðir mintu heilt nógv um hvønn annan. VÍF var frammanfyri fyrsta part av dystinum, so tók Esch seg fram um, áðrenn VÍF seinastu minuttirnar hálaði seg fram um aftur.

Filip Jojic sær út til at vera sera væl fyri hetta kappingarárið. Hann hamraði bóltarnir inn fyrra dystin, og tað mesta tyktist at runt um Filip. Hann skoraði millum annað trý tey seinastu málini hjá VÍF, sum førdi VÍF frá hóttandi ósigri til sigurs.

Filip var kortini væl stuðlaður av Jóhannus Bjørgvin á vinstra veingi, og Halli Arason á høgra bakki, tá ið ráddi um at skjóta mál.

-------------

Í seinna dystinum valdu teir frá Luksemborg at mansverja Filip meginpartin av dystinum. Tað tyktist tó ikki at darva VÍF tað heilt stóra, tí við einum flúgvandi Kristoffuri Bjørgvin mitt fyri og Andrias Eriksen sum tryggum málskjútta á høgra vann VÍF sær eina trygga leiðslu og førdi í hálvleikinum 16-12.

Fyrsta korterið av seinna hálvleiki misti VÍF leiðsluna, og dysturin gjørdist sera spennandi. Esch kom fram um fyri fyrstu ferð í 46. minutti og helt VÍF aftanfyri seg til fimm minuttir vóru eftir, tá ið Filip legði VÍF fram um aftur.

VÍF valdi eina løtu, at seta Brand Silvurstein í málið í staðin fyri Mladen Mjerimacka, og tað riggaði væl. Brandur vaks upp í VÍF og er komin heima aftur eftir nøkur ár í Danmark.

Brøðurnir Bjørgvin løgdu VÍF avgerandi fram um 29-27, og Jón Müller skoraði seinasta málið til 30-28.

Fagnaðurin var øgiligur á vestmenningum, sum hava spælt seg víðari í Evropa fyri fyrstu ferð síðan 1980, og fyri aðru ferð nakrantíð.

Nú verður spennandi, hvørjum VÍF møtir í 3. umfari í European Cup. Teir dystirnir verða spældir seinast í novembur og fyrst í desembur. Spennandi verður, hvørjum VÍF møtir tá, og vónandi verður í minsta lagi annar dysturin í Føroyum.

-------------------------------

EHF European Cup, 3. Umfar


14. oktobur 2023 í Luksemborg
Handball Esch - VÍF 30-31 (15-17)
(Dysturin á heimasíðuni hjá EHF og dystargongdin)

Leikarar og mál: Filip Jojic 11 (3), Jóhannes Bjørgvin 6 (2), Hallur Arason 6, Kristoffur Bjørgvin 3, Jón Müller 2, Andrias Eriksen 2, Kristian Jensen 1, Tróndur Johnson, Eyði Bjargarson, Ragnar Ingdorsson, Martin Nielsen, Djóni Bárðarson Nielsen, Brandur Martinsson Hansen, Fríði Holm í Innistovu, Mladen Mjerimacka (má), Brandur Silvurstein (má), Leivur Joensen (má)


----------------------------------  

15. oktobur 2013 í Luksemborg
VÍF - Handball Esch 30-28 (16-12) (Dysturin á heimasíðuni hjá EHF og dystargongdin)

Leikarar og mál: Kristoffur Bjørgvin 8 , Filip Jojic 8 (2), Andrias Eriksen 6, Hallur Arason 2, Djóni Bárðarson Nielsen 2, Tróndur Johnson 1, Eyði Bjargarson 1, Jóhannus Bjørgvin 1, Jón Müller 1, Kristian Jensen, Eyði Bjargarson, Ragnar Ingdorsson, Martin Nielsen, Brandur Martinsson Hansen, Fríði Holm í Innistovu, Mladen Mjerimacka (má), Brandur Silvurstein (má), Leivur Joensen (má).