Ósigrar geva null stig

EM-undandystur, bólkur E
Kekkia - Føroyar 0-1 (0-0)
Hóast Føroyar allan fyrra hálvleik vóru undir einum øgiligum trýsti, og Kekkia rakti stongina tvær ferðir, so eydnaðist at halda tørn í fyrra hálvleiki.

Í seinni hálvleik vóru Føroyar nógv betri við, men tá ið bólturin kom í hondina á Oddmari Færø í egnum brotsteigi, so var brotsspark, sum kekkar settu trygt í málið.

Føroyar megnaðu ikki at svara aftur, og so var enn ein ósigur veruleiki.

------------------


Dysturin á uefa.com

Føroyar komu undir eitt øðiligt trýst frá byrjan av niðri í Kekkia. Men tað eydnaðist onkursvegna at halda tætt eina góða løtu, og menn sum Oddmar Færø og málverjin Mattias Lamhauge máttu veruliga finna stórspælið fram fyri at halda Kekkar frá at skora.

Oddmar Færø hevur veruliga verið stórspælandi í heyst bæði fyri KÍ og Føroyar. Stórur, sterkur og kvikur kemur Oddmar fyri allastaðni og lesur spælið sera væl. Uttan hann kundi ofta staðið verri til hjá Føroyum.

Eisini Andrias Edmundsson spældi væl í miðverjuni í sínum fyrsta dysti frá byrjan. Vónandi er hann bara ein av mongum ungum leikarum, sum fer at fáa møguleikan komandi tíðina.

Annars var ringt at fáa eyga á nakran føroyskan leikara, tí vit bara vardu og høvdu næstan ikki bóltin. Einastu ferð vit fingu nøkulunda frið, var tá ið vit fingu okkurt fríspark og kundu senda bóltin eitt sindur fram á vøllin.

Hepni var okkum nakrar ferðir. Millum annað raktu kekkar stongina tvær ferðir.

Føroyar megnaðu als ikki at fáa nakað spæl at hanga saman, og leikliga hevur afturstigið verið stórt seinastu árini undir Håkan Ericson.

Tá ið farið var til hálvleiks, vístu hagtølini fyri skotroyndir 20-0 til Kekkia.

Seinni hálvleikur var ein heilt onnur søga. Vit vóru nógv meira við í spælinum, og tað eydnaðist sjáldan hjá kekkum veruliga at leggja trýst á okkara mál.

Framvegis var Oddmar allastaðni, og tí var tað eyka óheppið, at hann í 76. Minutti fekk bóltin á hondina inn í brotsteiginum, tá ið hann royndi at steðga einari kekkiskari atsókn.

Tomas Soucek skoraði trygt, og tað lætnaði hjá illa sperda kekkiska landsliðnum, sum hevur havt eina skuffandi undankapping.

Sølvi Vatnhamar fekk einasta møguleikan at skora hjá Føroyum, men hann var ov seinur at skjóta, og so kom ein verjuleikari fyri.

Seinastu løtuna løgdu Føroyar nógv fyri at javnað. Teir stóru menninir fóru fram, og tað var nær við onkrari vandamiklari atsókn. Nærri komu vit kortini ikki, og enn ein ósigur er veruleiki.

Seinni hálvleikur var leikliga nøkulunda. Men ein ósigur kann ikki brúkast til nakað sum helst, og tað er nú ógvuliga langt síðan, at tað hevur eydnast okkara monnum at fáa stig.