Ein gandakallur á vølli takkar fyri seg


Mynd: Wikipedia - Ben Sutherland - Flickr
Belgiski stórleikarin Edin Hazard hevur boðað frá, at hann takkar fyri seg sum fótbóltsleikari.

Hann hevði sína bestu tíð sum leikari í enska felagnum Chelsea, og verður mettur millum bestu leikarar, sum hava spælt í bestu ensku deildini seinnu árini.

Hann náddi ongantíð somu hæddum í spanska stórfelagnum Real Madrid, og var nógv plágaður av skaðum seinnu árini.

Tann 12. august 2012 steig 21 ára gamli Edin Hazard fyri fyrstu ferð á vøllin í Premier League í dysti fyri Chelsea móti Wigan. Longu í øðrum minutti gjørdi hann ikki ikki mætari enn at leggja upp til fyrsta mál hjá Branisal Ivanovic, og longu fimm minuttir seinni vann hann Chelsea eitt brotsspark, sum Frank Lampard sendi í málið. Hazard var valdur “Dagsins leikara”, og komandi sjey árini var hann millum bestu leikarar í Premier League.

Á vøllinum var Edin Hazard ein sannur gandakallur. Ein av teimum leikarunum, sum veruliga gera fótbólt verdan at hyggja eftir.

Hann var serliga kendur fyri sín góða bóltførleika, sum gjørdi, at hann frá høgra álopsveingi kundi fara framvið fleiri leikarum á lítlum væl fólkaðum øki.

Meðan hann rak fram við leikarum úr høgru síðu inn í brotsteigin kundi hann í somu rørslu senda skot móti málinum og skoraði fleiri tílík mál. Eisini skapti hann nógvar møguleikar fyri sínar viðleikarar.

Hazard var við at vinna tvey meistaraheiti við Chelsea, og serliga kappingarárið 2014/15 spældi Hazard sera væl, og varð valdur til besta leikarar í Premier League bæði av Premier League og leikarunum sjálvum.

Í 2019 valdi Edin Hazard at royna nýggjar leiðir. Tá hevði hann skorað 110 mál í 352 dystum fyri Chelsea.

Av Youtube

Tað var einki løgið í, at kongaliga spanska felagið Real Madrid fór avstað við fótbóltsúrmælinginum. Tíverri eydnaðist tíðin í Real Madrid einki serligt. Hann megnaði ongantíð at falla veruliga til á vøllinum, og var eisini nógv skaddur. Tað gjørdist einans til 7 mál í 76 dystum tey fýra kappingarárini í Spania.

Hazard var annars partur av einum gyltum ættarliði á Belgiska landsliðnum saman við Romelu Lukaku, Vincent Koman, Thibaut Cortois og fleiri øðrum. Besti úrslitið hjá gylta ættarliðnum var triðja plássið í HM-endaspælinum í Russlandi 2018.

Hazard vaks upp í Belgia, men sló ígjøgnum sum fótbóltsleikari í franska felagnum Lille, har hann longu spældi sín fyrsta dyst sum 16 ára gamal í 2007. Í 2011 vunnu Hazard og Lille fronsku greipuna, og Hazard var valdur til besta leikara í Ligue 1.

Nú Hazard gevst takkar hann familju, vinum, liðfeløgum, venjarum, viðhaldsfólkum og teimum feløgum, hann hevur spælt í.

Vit takka eisini Edin Hazard fyri fótbóltsframsýningina. Takk!

-------------------------------

Soleiðis takkar Hazard øllum fyri sína yrkisleið:

Soleiðis skrivar Chelsea á Facebook: