HB megnaði ikki - B36 legði ikki í

Betri Deildin við monnum: B36 - HB 0-0 (0-0)

B36 hevur framvegis ikki vunnið á grannunum í fleiri harrans ár, HB neyðheldur í triðja plássinum, sum gevur atgongd út í Evropa, og KÍ er upp aftur nærri meistaraheitinum. Tað var avleiðingin av málleysa javnleikinum millum havnarfeløgini B36 og HB í regninum í Gundadali í kvøld.

Sjáldan munnu so fáir áskoðarar hava verið til ein grannadyst í Gundadali, hóast hagtølini siga 1000 áskoðarar, og talan var avgjørt ikki um tann besta grannadystin.

Dysturin av FaroeSoccer

Dysturin á fsf.fo

Dysturin á dystir.fo

HB var betri spælandi liðið meginpartin av dystinum, og var eisini nærri við at vinna. Einir tríggir møguleikar varð tað til, men Mattias Lamhauge hevði ikki stórvegis trupulleikar at bjarga. Í hinum endanum minnist eg ikki ein einasta møguleika til B36, sum tykist at vera væl nøgt við ein javnleik.

Meðan B36 ikki vildi vinna, so sá HB ikki út til at hava nóg góðan kvalitet til at vinna. HB valdi ofta at leggja høgt trýst á verjuna hjá B36, og hóast B36 sum oftast dugdi væl at spæla seg út, so riggaði trýstið hjá HB nakrar ferðir, og HB kom í góðar yvirtalsstøður. Men í staðin fyri at seta beina kós móti málinum, valdi HB í ov stóran mun at taka eitt trekk aftur í vøllinum, áðrenn lopið varð á, og so kom verjan hjá B36 upp á pláss, og møguleikin hjá HB var burtur.

Meðan HB hevði bóltin, so royndi B36 at fara í vandamikil mótálop, men nógvu kviku leikararnir hjá B36 voldu ikki verjuni hjá HB stórvegis trupulleikar. Tá ið tað so hendinga ferð var um at eydnast hjá B36, so var besti leikari í Gundadali í kvøld, Bartal Wardum, og ruddaði burtur.

Eftir at hava verið plágaður av skaðum fyrra part av kappingarárinum, hevur Bartal veruliga spælt seg heitan seinastu dystirnar, og heldur hann fram við verandi spælið, so átti ikki at vera long tíð, til hann aftur er á landsliðnum. Men har er sum øllum kunnugt nærum ómøguligt at spæla inn í hópin.

0-0 var alt í alt eitt rættvíst úrslit. Bæði liðini tyktust eisini rímiliga nøgd, tá ið dómari bríkslaði dystin av.