Víkingur um at taka Evropaplássið frá HB

Betri Deildin menn 
HB - Víkingur 0-2 (0-2)
Víkingar vardu væl og vóru effektivir í hinum endanum, meðan avrikið hjá HB enn einaferð var ov spakt av einum oddaliði at vera.

HB hevði spælið í fyrra hálvleiki og hevði onkran hálvan møguleika. Men við tveimum mótálopum, hvør sínu megin hálvan tíma, løgdu Poul Kallsberg og Sølvi Vatnhamar Víking fram um.

Restina av dystinum hevði Víkingur tamarhald á støðuni, og tá ið Tróndur Jensen minkaði um munin í seinasta álopinum í dystinum, var ov seint hjá HB.

Dysturin á FaroeSoccer

Dysturin á dystir.fo


Undan dystinum móti KÍ fríggjadagin, mettu tey flestu HB at vera besta boð upp á at stjala meistaraheitið frá KÍ. Tann dystin tapti HB uttan at hótta KÍ tað stóra, og eftir enn eitt tamt avrik móti Víkingi, er plássið í Evropa komandi summar í veruligum vanda hjá HB.

Men lat okkum fyrst taka Víking. Eftir eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið, hava teir í longri tíð verið liðið við best úrslitum í bestu deildini. Plássið í Evropa, sum sá út til at vera farið, er nú veruliga í eygsjón, og við nýggjum lokalum leikarum megna teir aftur at hótta hini oddaliðini. Teir hava seinastu vikurnar vunnið á bæði KÍ og HB.

Spælihátturin hjá Víkingi í kvøld var eyðkendur. Ein sera hollur verjupartur og eitt altíð vandamikið skjótt mótálop. Á miðvøllinum var Geza Turi eyðsýndur, og verjuni sæst ikki aldur á Atla Gregersen, sum stýrir verjuni sera trygt, umframt at gera tey neyðugu fríspørkini, og taka sær okkurt gult kort. Eisini málverjin Bárður á Reynatrøð er ein sera tryggur aftasti skansi. Heilt frammi var Martin Klein ein støðug hóttan, hóast hann ikki skoraði í kvøld.

Hjá HB gongst framhaldandi sera illa at fáa flog yvir álopsspælið. HB hevði bóltin nærum alla tíðina, men álopsspælið var ov einsháttað, og tað vóru alt ov fáar renningar inn í brotsteigin til at volda verjuni hjá Víkingi stórvegis trupulleikar.

Heldur ikki deyðbóltarnir hjá HB vóru nóg neyvir. Nakrar ferðir vóru hornaspørkini als ikki løgd inn fyri við tí úrsliti, at eingin atsókn var móti málinum, og fleiri ferðir sendi Viljormur Davidsen alt ov bleyt hornaspørk inn fyri, og Bárður í málinum kundi lættliga antin lofta ella boksa bóltin burtur.

HB er í einum leikligum aldudali í løtuni, meðan pílarnir hjá Víkingi peika beint upp eftir. 

Í vikuskiftinum skal HB spæla truplan grannadyst móti B36, meðan Víkingur tekur móti 07 Vestur. Lagar tað seg væl hjá Víkingi, fara teir fram um HB upp á triðja plássið.