HB gjørdi einki við KÍ

Betri Deildin hjá monnum:
HB - KÍ 1-2 (0-0)
Hóast HB var nokk so nær við at hótta Føroya besta lið KÍ, so var HB kortini langt frá at vinna. KÍ prógvaði væl og virðiliga, at teir eru nógv bestir í Føroyum.

Fyrri hálvleikur var javnur við fáum málmøguleikum. Heldur ikki í seinna hálvleiki vóru teir stóru møguleikarnir. Men KÍ legði eitt alsamt størri trýst á verjuna hjá HB, og við einum av mongum hornaspørkum eydnaðist Árna Frederiksberg at senda bóltin beinleiðis í málið.

HB svaraði aftur beinanvegin, tá ið Adrian beindi bóltin í málið. Tað var kortini afturvendi stórskjúttin Páll Klettskarð, sum avgjørdi dystin, tá ið hann beindi bóltin í málið eftir eitt frálíkt álop.

HB svíður fyri Evropaævintýrið hjá KÍ
KÍ er ein væl smurd fótbóltsmaskina, sum dugir at vinna dystir. Uttan at spenna bogan nakað serligt eydnaðist KÍ at vinna rímiliga lættliga móti HB.

Eftir røttum skuldi dysturin verið spældur undan landsliðssteðginum, og tá er væl hugsandi, at HB hevði kunnað hótt troytta KÍ-liðið nógv meira.

Nú vóru KÍ-leikararnir úthvíldir, og í veruleikanum, so verður HB revsað av evropeiska fótbóltinum hjá KÍ, tí longu týskvøldið skulu teir oddadyst aftur, tá ið Víkingur kemur á vitjan.

Meira bit í KÍ
HB-leikararnir hava helst umleið eins góð evnir at spæla fótbólt sum KÍ-leikararnir. Flestu leikararnir hjá HB hava eisini verið inni í landsliðshitanum, men tað er um at vera long tíð síðan.

Leikararnir hjá KÍ síggja heilt einfalt út til at vera í betri venjingarstøðu enn havnarmenninir. Kropsliga sterkir, kvikir og munurin á liðunum kom kanska serliga til sjóndar í smáspælinum á smáum økjum í álopsstøðu.

Meðan KÍ kláraði væl at spæla seg úr trongdum støðum út í síðunum, tyktist tað nógv truplari hjá HB, og sum heild var sera lítið bit í álopsspælinum hjá HB. M.a. tykist danski áleyparin Mikkel Dal mest av øllum at vera ein blindpassasjerur fremstur í álopinum. Hann megnaði als einki at gera móti sterku verjuni hjá KÍ.

HB einki gult kort
Ein sat eisini eftir við kensluni av, at HB ikki veruliga tordi at sleppa hondbremsuni og fara eftir sigrinum. Soleiðis hevur verið nú í langa tíð, og hetta var sætti dystur á rað, sum KÍ vinnur á HB.

Eitt, sum kanska sigur eitt sindur um viljan at fara eftir sigrinum, er, at HB einki gult kort fekk í dystinum. KÍ hinvegin tók tey neyðugu gulu kortini, tá ið HB var um at koma í vandamiklar álopsstøður.

Jóannes og Árni løgdu trýst á
Eftir ein javnan fyrra hálveik, tók KÍ meira yvir í seinna hálvleiki. Álopsspælið hjá KÍ varð fokuserað úti í høgru síðu, har Árni Frederiksberg og sera væl spælandi Jóannes Kalsø Danielsen løgdu sera stórt trýst á vinstru verjusíðu hjá HB. Tað hevði nógv innkøst og hornaspørk við sær, og hóast HB-verjan við Bartali Wardum á odda hevði ruddaði væl burtur, so tyktist øllum í HB-húsinum greitt, at tað bara var ein spurningur um tíð, til bólturin lá í málinum.

Tá ið eitt korter var spælt eftir steðgin, gjørdi Árni Frederiksberg ikki mætari enn at senda eitt hornaspark beint í málið. Málverjin Bjarti Vitalis Mørk má helst taka málið á sín kappa, hóast hann annars spældi ein frálíkan dystin við nøkrum framúr góðum bjargingum.

Adrian dugir at skora
HB svaraði beinavegin aftur, tá ið Adrian hevði seinasta fót á bóltinum, eftir at bólturin varð lagdur inn fyri KÍ-málið tvær ferðir í somu álopsstøðu.

Hóast álopsspælið hjá HB ikki hevur verið so nógv at reypa av í ár, so hava teir ein veruligan málskjútta á liðnum í Adrian Justinussen. Hann skorar eina rúgvu av málum, hóast hann spælir langt frá málinum á vinstra miðvølli. Kanska tað kundi verið eitt hugskot at fingið Adrian at spælt á einum meira álopssinnaðum plássið longri frammi á vøllinum. Tað ljóðaði annars, at Adrian hevur verið sjúkur alla vikuna, og tað var helst eisini orsøkin til, at hann varð tikin út løtu eftir málið.

Ótrúligt, at Klettskarð ikki er á landsliðnum
Dysturin livdi eina løtu afturat. Men HB megnaði ikki veruliga at fáa momentum, áðrenn Føroya besti álopsleikari, innskifti Páll Klettskarð hegnisliga beindi bóltin í málið, eftir eitt frálíkt innlegg frá Jóannesi Danielsen. Ótrúligt, at Páll Klettskarð ikki sleppur á landsliðið, og minst líka ótrúligt, at Jóannes Danielsen nærum heldur ikki sleppur framat.

HB má lyfta seg
KÍ prógvaði aftur, at teir eru besta liðið í Føroyum. HB vísti kortini, at tað kanska ikki skal so nógv til, at teir aftur kunnu hótta Føroya besta lið nakrantíð.

Fyrst og fremst má HB heim at tryggja sær, at teir bestu leikararnir á liðnum halda fram í HB komandi ár. Ella er vandi fyri, at KÍ fer avstað við teimum, tí í KÍ vita allir leikarar, at har koma teir í sína lívs bestu veningarstøðu. Spyr bara, Árna, René, Oddmar o.s.fr..

Síðan má HB styrkja seg á nøkrum plássum. Serliga mugu teir tryggja sær, at útlendingarnir á liðnum veruliga styrkja liðið. Tað gera teir ikki í løtuni.

Harafturat má HB fáa leikararnir á betri kropsligt stig til komandi ár. Ein kropsligur venjari má fáast upp á pláss beinanvegin, tí tað sæst, at HB ikki hevur havt ein veruliga kropsligan venjara í eina tíð.

B36 besta boð upp á ein avbjóðara
Sum tað sær út nú, fær HB ikki KÍ aftur hetta kappingarárið, og beint nú má B36 metast at vera besta boð upp á ein avbjóðara hjá KÍ. Men tað skal vilja óvanliga illa til hjá KÍ, um teir ikki verða meistarar triðja árið á rað.



--------------------------------------------------------------------------------------- 

 
Undan dystinum 

Betri Deildin við monnum
HB - KÌ, á ovara vølli kl. 18.00 15. septembur 2023
(Televarpið vísir dystin á R5)

Nærum einaráðandi oddaliðið í bestu mansdeildini KÍ kemur á vitjan hjá HB í kvøld kl. 18.00.

Føroya mest vinnndi felag HB hevur seinnu árini staðið í skugganum av KÍ, sum hevur vunnið seinastu fimm dystirnar móti HB. Vit skulu aftur til 2021 fyri at finna seinasta sigurin hjá HB móti KÍ.

Hóast KÍ hevur verið rættiliga einaráðandi í landskappingini í ár, so hevur tætta dystarskráin í sambandi við allar evropeisku dystirnar gjørt, at KÍ hevur mist nøkur stig seinastu dystirnar.

Tí er ein feril av spenningi komin aftur í oddin Betri Deildini, og vinnur HB á KÍ í kvøld, so kunnu vit aftur tosa um eitt oddastríð, har bæði HB og B36 kunnu blanda seg.



Televarpið vísir allar dystirnar um vikuskiftið