Nógv spæl, men lítið bit í


EM-undandystur, bólkur E, Føroyar - Moldova 0-1 (0-0)
Hóast Føroyar upp á nógvar mátar spældu ein frálíkan dyst, so taptu vit dystin fyri Moldova. Vit høvdu bóltin nógv, og serliga miðvøllurin spældi væl. Hinvegin var álopið ikki serliga vandamikið í kvøld, og sæð burtur frá nøkrum góðum møguleikum fyrstu minuttirnar, so høvdu Føroyar bert hendinga málmøguleika.

Moldova kom fram um nakað inn í seinna hálvleik, eftir at vit høvdu mist bóltin á miðjuni. 

Tíverri megnaðu vit ikki at svara aftur, og Føroyar standa enn við einum stigi í undanbólki E.

Dysturin á FaroeSoccer

Dysturin á uefa.com

Dysturin á dystir.fo

Føroyar byrjaðu dystin á Tórsvølli móti Moldova sera væl. Brandur Olsen var aftur á liðnum og setti tónan á miðjuni.

Beinanvegin sendi Jóannes Bjartalíð eitt langskot á yvirleggjaran, og løtu seinni hevði Klæmint Olsen eina roynd á mál, men tíverri rakk hann ikki ordiliga fram til bóltin at fáa megi aftanfyri skotið, og málverjin bjargaði lættliga.

Føroyar hildu fram at vera spælstýrandi, og tað var bert hendinga ferð, at Moldova var á føroysku hálvuni. Serliga var stuttligt at síggja bólttrygga Brand Olsen og unga lívliga Andrass Johansen.

Fyrsta veruliga álopið hjá Moldova var, tá ið eitt korter var spælt og tað endaði við, at ein leikari hjá Moldova skallaði fram við okkara máli.

Føroyar vóru framvegis við yvirluta. Men hóast vit koma til fleiri hornaspørk, so var eingin veruligur málmøguleiki.

Moldova fekk enn ein góðan møguleika eftir skjótt mótálop í 25. minutti, men annars arbeiðsleysi Mattias Lamhauge bjargaði meistaraliga.

Beint fyri hálvleik misti annars besti føroyski leikarin, Brandur Olsen bóltin beint framman fyri málið, og Moldova fekk ein rimmar møguleika, men vit sluppu við hvøkkinum.

Samanumtikið ein frálíkur fyrri hálvleikur leikliga, men vit fingu ov lítið burtur úr og hóttu ikki veruliga málið hjá Moldova, tá ið sæð verður burtur frá fyrstu minuttunum. Í veruleikanum høvdu moldovar teir bestu møguleikarnar.

Ein broyting var gjørd á føroyska liðnum í steðginum. René Shaki Joensen kom inn fyri Gilla Rólantsson, sum var skaddur.

Føroyar vóru framvegis spælstýrandi, og í 49. minutti endaði eitt gott føroyskt álop við, at Jóan Símun kom til ein góðan møguleika, men hann gloymdi at skjóta.

Okkara grundspæl var sum heild gott, men sjálvt álopi við Klæmint og Jóan Símun tyktist heldur stirvið og megnaði ikki at hótta teirra mál. Teirra miðverjar vunnu nærum allar tvídystirnar móti Klæmintt og Jóan Símun.

At Moldova er eitt gott kontralið kostaði okkum, tá ið 53. minuttir vóru spældir. Jákup Andreasen misti bóltin mitt á miðjuni, og hesaferð tóku moldovar av. Oddmar var settur av úti í okkara vinstru síðu, og inn fyri málið setti Vadim Rata bóltin í málið.

Løtu seinni endaði enn eitt kontraálop við hornasparki til Moldova, og Mattias bjargaði meistarliga, tá ið ein moldovi skallaði dygst niður við stongina.

Spælið vendi nú. Moldova var fyri tað mesta í álopið, og tað førdi til, at Føroyar fóru í eitt mótálop. Oddmar Færø førdi bóltin fram í ein yvirtalsstøðu, men náddi ikki at sleppa av við bóltin, áðrenn hann varð feldur. Frísparkið sendi Brandur beint við síðurnar av málinum.

Føroyar sluppa at hava bóltin meira og meira, sum dysturin leið. Men leikliga koma vit ongantíð upp á hæddirnar frá fyrra hálvleiki. Útskiftingarnar gjørdu ikki álopsspælið betri, og tá ið møguleikin beyðst, vóru sendingarnar ov vánaligar. M.a. fall góðskan í spælinum hjá Brandi sera nógv.

Onkran møguleika fingu vit kortini, og tann besti fall til Gunnar Vatnhamar, sum var fluttur úr miðverjuni fram á miðvøllin. Men hann skallaði framvið málinum, tá ið vit endiliga vunnu ein luftdyst móti teirra miðverju.

Vit fingu ein seinasta møguleika við frísparki. Løgið nokk valdu vit ikki at senda bóltin fyri, og eingin vandi spurdist burtur úr støðuni.

Harvið taptu vit skuffandi móti Moldova, og hóast vit byrjaðu væl, so er tann beiski veruleikan at  Moldova vann ein uppibornan sigur.