Vánaligur seinni hálvleikur kostaði


EM-undandystur, bólkur E, Pólland – Føroyar 2-0 (0-0)

Hóast føroyska landsliðið í ein heilan tíma spældi ein góðan dyst, so endaði dysturin við einum greiðum 2-0 sigri til Pólland.

Føroyar spældu ein góðan fyrra hálvleik, hildu Póllandi frá teimum stóru møguleikunum og høvdu eisini nakrar atsóknir á pólsku hálvuni.

Í seinna hálvleiki var bólturin bara á føroysku hálvuni, og Pólland kom fram um við einum brotssparki frá Lewandowski, og sami Lewandowski gjørdi tað nakrar minuttir seinni til 2-0.

Dysturin á uefa.com

Dysturin á dystir.fo

Fyri at siga tað, sum tað er, so hevði eg einki væntað av hesum landsdystinum, og serliga ikki eftir at eg sá, hvørjir byrjaðu á vøllinum. Ein miðalaldur upp á heili 31,9 ár og yngsti útileikari 27 ár, lovaði ikki gott móti einum svongum pólskum liði í kreppu, eftir at teir taptu fyri Moldova fyrr í ár.

Í fyrra hálvleiki megnaði føroyska liðið rímiliga lættliga at halda póllendingum frá teimum stóru møguleikunum, og einasti veruligi møguleikin hjá vertunum var tá ið stóra pólska stjørnan Robert Lewandowski lobbaði bóltin upp um Mattias Lamhauge og við síðurnar av málinum.

Júst Mattias stóð væl og trygt í málinum. Dugdi væl at lesa longu sendingarnar av og var tryggur í luftspælinum.

Í hinum endanum høvdu Føroyar nakrar møguleikar við deyðbóltum, bæði innkøstum og fríspørkum, men neyvleikin var ikki til staðar at skapa tann stóra møguleikan.

Besta føroyska atsóknin var, tá ið ein av okkara bestu monnum, Jóannes Bjartalíð mundi rikið seg leysan til skot inni í brotsteiginum, men bólturin fór ov langt frá honum í seinasta trekki.

Pólland royndi aftur at leggja trýst á frá byrjan í seinna hálvleiki, og m.a. skallaði Lewandowski eitt hornaspark á tvørtræið, og so vóru vit ávaraðir.

Føroyar hildu fram at standa í móti. Í verjuni var m.a. Oddmar Færø ein sannur brandur og spældi í besta KÍ-stíli.

Pólska trýstið øktist kortini alsamt, og tá ið tímin var spældur stóð so nógv á føroyska málinum, at tað tyktist bara at vera ein spurningur um tíð, áðrenn tað skrædnaði.

Allan seinna hálvleik megnaðu okkara menn heldur ikki at spæla seg út av egnari hálvu, og tað hjálpti heldur ikki tað stóra, at Brandur Olsen og Klæmint Olsen komu á vøllin fyri Jóan Símun og Jóannes Bjartalíð.

Pólland fekk eisini sín rimmar møguleika, tá ið okkara rangstøðufella miseydnaðist, og eingin minni enn Lewandowski setti beina kós púra leysur móti málinum. Tíbetur megnaði okkara verjuleikarar at renna hann so mikið upp aftur, at hann ikki kom til skot.

Tá ið 70 minuttir vóru spældir, endaði galið. Bólturin kom óheppið í hondina á Oddmari Færø, og eftir VAR-eftirlit, dømdi dómarin brotsspark. Tað setti Lewandowski í málið.

Tíggju minuttir seinni skoraði Lewandowski aftur, tá ið hann við nógvum verjuleikarum rundan um seg megnaði at lobba bóltin upp um Mattias yvir í handara horn.

Pólland helt fram at hava bóltin restina av dystinum uttan at leggja tað stóra fyri, og fleiri mál komu ikki í dystinum.

Alt í alt ein góðkendur fyrri hálvleikur og ein ikki góðkendur seinni hálvleikur.