Alt um EM 2: München, Mannheim ella Berlin (+Düsseldorf)


Skulu Føroyar spæla fyri 50.000 áskoðarum á Merkur Spiel Arena í Düsseldorf?
Tað tykist longu púra greitt, at heilt nógvir føroyingar ætla sær til Týsklands at stuðla okkara hondbóltshetjum í EM-endaspælinum í manshondbólti í januar 2024. Tí verður í spenningi bíðað eftir hvar Føroyar skulu spæla sínar dystir.

Í innleiðandi bólkaspælinum spæla Føroyar í München, Mannheim ella Berlin (Düsseldorf).

Hallirnar, sum hýsa EM, taka millum 12.150 og 50.000 áskoðarar, so tað skal verða meira enn løgið, um ikki pláss er fyri øllum føroysku áskoðarunum. 

Er tað sum vanligt, fær føroyska hondbóltssambandið eisini tillutað eitt ávíst tal av atgongumerkjum, sum helst er nokk til allan føroyska viðhaldsskara, so at allir føroyingarnir sita saman.


Skulu Føroyar spæla fyri 50.000 áskoðarum?


Undan lutakastinum um innleiðandi bólkarnar er ein møguleiki fyri (16,6%), at føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla fyrsta dystin í EM-endaspælinum móti vertstjóðini Týsklandi framman fyri 50.000 áskoðarum.

Týsku vertirnir hava nevniliga sett sær fyri at seta nýtt áskoðaramet fyri ein hondbóltsdyst. Tí verður fyrsti dysturin í bólki A spældur á Merkur Spiel Arena í Düsseldorf, sum tekur 50.000 áskoðarar.

Les meira um býirnar og hallirnar, sum eru vertir fyri EM í manshondbólti 10. - 28. januar 2024.


Les eisini:
Alt um EM 1: Lutakast og kappingarskipan
Øll fara til Týsklands í januar 2024

 

6 hallir í 6 býum


EM-endaspælið verður spælt í seks hallum í seks býum. Fýra hallir verða brúktar til innleiðandi bólkarnar, og 2 hallir verða brúktar til millumumfarið og finaluumfarið.

Dystirnir í hvørjum bólki verða spældir í sama í sama býi og somu høll. Einasta undantakið er innleiðandi bólkur A, har fyrsta dystarumfar verður spælt fyri 50.000 áskoðarum á Merkur Spiel Arena í Düsseldorf, meðan hini bæði dystarumførini verða í Berlin.


6 innleiðandi bólkar í 3 býum (pluss einum)

Innleiðandi bólkaspælið, har Føroyar heilt víst eru við, verður spælt í trimum býum (pluss einum). Tveir bólkar spæla í hvørjum býi, tó spælir bólkur A, sum áður nevnt, eitt umfar í Düsseldorf.

Bólkur A í Berlin og Düsseldorf - Bólkur D í Berlin

Berlin høvuðstaður Týsklands er ein av kendastu og søguríkastu býum í Evropa. 

Düsseldorf liggur við ánna Rín, sum rennur gjøgnum býin.

Um Føroyar koma í bólk A, er vansin, at bæði spælarar og áskoðarar skulu ferðast eyka nógv.


Berlin - Mercedes-Benz Arena (14.800 áskoðarar)
Düsseldorf - Merkur Spiel Arena (50.000 áskoðarar)

Bólkur B og Bólkur E í Mannheim

Mannheim liggur við ánna Rín.

Mannheim - SAP Arena (13.200 áskoðarar)

Bólkur C og Bólkur F í München

Suðurtýski býurin München er triðstørsti býur í Týsklandi

München - Olympiahalle (12.150 áskoðarar)

2 millumbólkar og finaluumfar í 2 býum 

Møguleikin fyri at Føroyar koma í millumumfarið er ikki mettur at vera serliga stórur. Men hvør veit?

Millumbólkarnir verða spældir í Køln og Hamburg.

Millumbólkur 1 og finaluumfarið verða spæld í Køln

Køln er nær við markið móti Niðurlondum og Belgia. Køln er fjórðstørsti býur í Týsklandi.

Køln - Lanxess Arena (19.750 áskoðarar)

Millumbólkur 2 í Hamburg

Norðurtýski býurin Hamburg er næststørsti býur í Týsklandi.

Hamburg - Barclaycard Arena (13.300 áskoðarar)


Keldur:
Eurohandball.com
Her to Play - Almenna síðan hjá EM 2024
Wikipedia