Alt um EM 1: Lutakast og kappingarskipan

Her at spæla
eru slagorðini hjá EM-endaspælinum í manshondbólti, sum verður spælt í Týsklandi frá 10. til 28. januar 2024, og Føroyar spæla við.

Hetta er fyrsta EM-endaspælið við 24 londum, og í Føroyum eru vit ovurglað og errin av, at okkara landslið er í pottinum, tá ið lutakastið verður í týska býnum Düsseldorf longu nú 10. mei kl. 16.45. 

Tá fáa vit at vita, hvørjum Føroyar skulu spæla móti, 

24 lond

24 lond verða við í EM:
  • Vertstjóðin Týskland
  • Topp 3 í EM-endaspælinum 2022: Spania, Svøríki og Danmark
  • Spælt seg víðari úr EM-undanbólkunum: Eysturríki, Frakland, Ungarn, Portugal, Slovenia, Kroatia, Noreg, Serbia, Kekkia, Ísland, Sveis, Póland, Norðurmakedonia, Rumenia, Niðurlond, Bosnia-Hersegovina, Svartfjallaland, Føroyar, Grikkaland og Georgia

Lutakast 

Lutakast í Düsseldorf 10. mei 2023 kl 16.45
(verður víst beinleiðis á EHFTV og Youtube-rásini hjá EHF)

Tey 24 londini skulu í innleiðandi umfarinum verða býtt í seks innleiðandi bólkar, A, B, C, D, E, F. Fýra lond eru í hvørjum bólki.

Londini eru styrkimett í fýra styrkibólkar, og í hvørjum innleiðandi bólki verður eitt land úr hvørjum styrkibólki. Føroyar eru í fjórða og niðasta styrkibólki.

Styrkibólkarnir eru hesir:
  • Styrkibólkur 1: Svøríki, Spania, Danmark, Frakland, Noreg og Ísland
  • Styrkibólkur 2: Týskland, Niðurlond, Slovenia, Ungarn, Portugal og Eysturríki
  • Styrkibólkur 3: Kroatia, Bosnia-Hersegovina, Póland, Kekkia, Serbia og Norðurmakedonia
  • Styrkibólkur 4: Sveis, Rumenia, Svartfjallaland, Grikkaland, Georgia og Føroyar

Áðrenn lutakastið verður, er greitt, at Týskland er í bólki A, Kroatia er í bólki B, Ísland er í bólki C, Noreg er í bólki D, Svøríki í bólki E, og Danmark er í bólki F



Kappingarskipan

Innleiðandi umfar - 6 bólkar (A, B, C, D, E, F) - (10. - 16. januar)
Tey fýra londini í hvørjum bólki spæla móti hvørjum øðrum, og eftir tað verður stigatalvan fyri hvønn bólk gjørd upp. Eru tvey ella fleiri lond jøvn í stigum, telur fyrst sínamillum úrslitið og síðan samlaði málmunurin.

Nummar 1 og 2 í hvørjum innleiðandi bólki fara víðari til millumumfarið.

Nummar 3 og nummar 4 í hvørjum innleiðandi bólki eru útsligin og skulu heim. Tað merkir, at gerast Føroyar ikki nummar 1 ella nummar 2 í innleiðandi bólkinum, so gongur leiðin heim.

Eingir støðudystir verða spældir um plássini frá nummar 7 til nummar 24.
  • Nummar 3 í innleiðandi bólkunum enda á plássunum 13 til 18.
  • Nummar 4 í innleiðandi bólkunum enda á plássunum 19 til 24.


Millumumfar - 2 bólkar (1 og 2) - (17. - 24. januar)


Nummar 1 og 2 úr innleiðandi bólkunum A, B og C fara víðari í millumbólk 1

Nummar 1 og 2 úr innleiðandi bólkunum D, E og F fara víðari í millumbólk 2

Hvørt land spælir móti teimum fýra londunum, sum tey ikki hava spælt móti í innleiðandi bólkinum.

Eftir tað verður stigatalvan fyri hvønn bólk gjørd upp. Eru tvey ella fleiri lond jøvn í stigum, telur fyrst sínamillum úrslitið og síðan samlaði málmunurin

  • Nummar 1 og 2 í hvørjum millumbólki fara víðari til hálvfinalurnar.
  • Nummar 3 í hvørjum millumbólki skal spæla um 5. og 6. plássið.
  • Nummar 4 til nummar 6 í hvørjum millumbólki eru útsligin og skulu heim.
    • Nummar 4 í millumbólkunum enda á plássunum 7 og 8.
    • Nummar 5 í millumbólkunum enda á plássunum 9 og 10.
    • Nummar 6 í millumbólkunum enda á plássunum 11. og 12.


Finaluumfar (26. - 28. januar)

Hálvfinalur
Nummar 1 og 2 í millumbólkunum spæla hálvfinalur. 
  • Nummar 1 í millumbólki 1 spælir móti nummar 2 í millumbólki 2
  • Nummar 1 í millumbólki 2 spælir móti nummar 2 í millumbólki 1.

Finala, hálvfinala og 5. pláss
  • Vinnararnir í hálvfinalunum spæla finalu, 
  • Tapararnir í hálvfinalunum spæla um 3. og 4. plássið
  • Nummar 3 í millumbólkunum spæla um 5. og 6. plássið.
Keldur: