Øll fara til Týsklands í januar 2024

Manslandsdystur í hondbólti EM-undanbólkur 4
Eysturríki - Føroyar 38-33 (24-16)

Sunnudagin 30. apríl 2023 varð føroysk ítróttasøga skrivað, tá ið størsta bragdið í føroyskum liðítrótti gjørdist veruleiki.

Føroyar hava fyri fyrstu ferð spælt seg til eitt endaspæl í einum liðítrótti fyri vaksin. Føroysku hondbóltsmenninir megnaðu tað ótrúliga, og í januar 2024 seti eg kós móti Týsklandi saman við hundraðtals kanska túsundtals føroyingum, sum fara at stuðla okkara hondbóltshetjum.

Tað er torført at vita, hvat eg skal skriva eftir eitt slíkt bragd, og eg sat faktiskt og græt av gleði í sofuni, tá ið tað var greitt, at okkara dreingir høvdu klárað tað.

Brádliga vóru álvarsom andlitsbrá í sjónvarpsstovuni. Ein danskari hevði roknað seg fram til okkurt heilt annað. Men tíbetur so er danskarar ikki til at líta á 🤪, og ein av drívmegunum í hondbóltssambandinum, Hallur Danielsen, kundi vátta, at vit eru við í EM-lutakastinum, sum verður 10. mei.

Vánaligur dystur
Sjálvan dystin í kvøld skal eg ikki skriva nógv um. Eysturríki var nógv betri enn vit, og serliga í fyrra hálvleiki var føroyska verjuspælið út av lagi vánaligt.

Eftir 24-16 í hálvleikinum var greitt, at her ráddi um at avmarka ósigurin, so málmunurin í tríararoknskapinum varð so frægur sum gjørligt.

Bløðingini steðgaði eisini í seinna hálvleiki. Eysturríki slakkaði eitt sindur av, okkara verjuspæl batnaði munandi, og Hákun West av Teigum gekk undan at skora mál. Hann fekk bóltin í netið 10 ferðir.

Dystargongd og hagtøl eru á heimasíðuni hjá EHF

Ukraina mundi lumpað okkum
Avgerandi fyri føroyska luttøku í EM-endaspælinum var, at Ukraina ikki vann við 8 málum á Rumenia. Eina løtu í seinna hálvleiki, sá út til, at okkara EM-dreymur fóru at renna út í sandin, tá ið Ukraina var frammanfyri við seks málum. Tíbetur beit Rumenia eitt sindur frá sær, og endin var, at ukrainar vunnu við fimm málum, og so kundi øll føroyska tjóðin frøast. Ella tey sum tordu, tí hóast tað tyktist hampiliga greitt, so er hasin tríararoknskapurin so torgreiddur, at eingin var heilt vísur upp á nakað sum helst.

Hondbólturin slóðaði fyri
Fyri 15 árum síðan, var eingin, sum væntaði nakað sum helst av føroyskum hondbólti. Hondbólturin gekk annars undan við millumtjóða luttøku í 70-árunum, tá ið hondbóltslandsliðið fekk góð úrslit í C-HM kappingini. Eisini vóru Kyndil og VÌF regluliga við í Evropakappingum.

Sjálvur vaks eg upp mitt í hesum hondbóltsmeldrinum við einum pápa, sum spældi á landsliðnum, og sum seinni var venjari hjá besta mansliðnum hjá VÍF.

Tað vóru stórar og stuttliga løtur, tá ið hondbóltsstjørnurnar í Vestmanna vóru heima hjá okkum. Og tað var nærum ein ævintýraheimur, tá ið russiska stórfelagið CSKA Moskva spældi móti VÍF í einari stúvstappaðari høll á Skála á heysti í 1984. Størri kundi tað ikki verða.

Alt landsliðsarbeiði fekk kortini ein bráðan enda, tá ið hondbóltssambandið fór á heysin miðskeiðis í 80-árunum. Næstu 25 árini, var bara onkur landsdysturin her og har, og av og á var okkurt ungdómslandslið stáplað upp á beinini. Eisini sluppu vit sum eina troyst at spæla við í onkrari kapping fyri smátjóðir.

Eitt landslið gróðursett í Hoyvík
Fyri eini 15 árum síðan fóru nøkur foreldur úr øllum landinum av sínum eintingum undir sokallaðar landsliðsvenjingar við sínum dreingjum. Tey ásannaðu, at hondbóltssambandið ikki hevði nakað ordiligt tilboð til hondbóltsungdómin, og tí tóku tey sakina í egnar hendur. Hesir dreingirnir spældu seg í 2017 til HM-endaspælið fyri U21-lið og harfrá byrjaði dagsins A-landslið at taka skap.

Um somu tíð komu nakrar sterkar kvinnur í nevndina í hondbóltsfelagnum H71 í Hoyvík. Tað søguna kenna vit, tí H71 gjørdist skjótt fremsta hondbóltsfelag í landinum. Felagið varð sera væl skipað, ungdómsarbeiðið skaraði framúr, og so var X-faktorurin eitt umhvørvi í Hoyvíkshøllini rundan um systkinabørnini Mittún/á Skipagøtu. Hetta umhvørvið blómar enn, og høllin og styrkirúmið í Hoyvíkshøllini kann gott kallast vøggan hjá dagsins landsliði.

Leikarar í heimsflokki
Í dag eru bulurin á landsliðnum úr Hoyvík. Á byrjanarliðnum seinastu tveir landsdystirnar eru Hákun West av Teigum, Óli Mittún, Elias á Skipagøtu, Leivur Mortensen, og Pauli Jacobsen allir hoyvíkingar, og harafturat er bjørnin í verjuni, Peter Krogh, sum við tíðini vorðin meira hoyvíksligur enn teir trítornaðu hoyvíkingarnir. Tað má eisini nevnast, at nakrir neistanmenn og strandingar eru við í landsliðshópinum.

Tað sum sermerkir hesar dreingirnar, sum nú eru vorðnir menn, er viljin og hugurin at venja. Teir flestu av dreingjunum á U21-landsliðnum frá 2017 eru falnir frá, og eftir eru nakrir fáir, sum áhaldandi hava viljan at søkja hondbóltseydnuna.

Og so eru hondbóltsúrmælingarnir, Elias á Skipagøtu og einans 17 ára gamli Óli Mittún komnir við veruligum heimsflokki inn á landsliðið. Hákun West av Teigum er eisini vaksin til ein av heimsins bestu høgru veingjum og skal eins og Elias royna seg í oddinum í heimsins bestu hondbóltsdeild, týsku bundesliguni, frá komandi kappingarárið.

Eitt málrættað hondbóltssamband
Samstundis, sum alt hetta er farið fram, er hondbóltssambandið eisini vaksið seg stórt og sterkt. Í dag starvast dugnalig fólk í HSF, sum málrættað arbeiða fyri at lyfta føroyskan hondbólt og harvið leggja gott grundarlag fyri okkara framúr góðu leikarar.

Arbeiðið er áhaldandi, og fleiri góðir ungdómsleikarar eru á veg, bæði á dreingja- og gentusíðuni. Tað skal ikki undra, um hetta bara er fyrsta av fleiri endaspølum, vit spæla okkum til.

Í summar eru fleiri ungdómslandslið við í endaspølum, og í januar komandi ár, fara allar Hondbóltsføroyar til Týsklands at fylgja okkara hetjum í dysti móti heimsins bestu hondbóltstjóðum.

Vit gleða okkum - Takk fyri dreingir