Stig móti Eysturríki tryggjar EM-endaspælið


Tað er púra greitt, at ein javnleikur ella sigur móti Eysturríki tryggjar føroysku hondbóltsmonnunum at koma til EM-endaspælið í Týsklandi í januar 2024.

Tapa vit móti Eysturríki, er støðan hinvegin sera torskild, og vit kunnu enda við at standa eftir við svartaper í undanbólki 4.

Her er ein roynd at greiða frá torskildu støðuni
(fyrivarni verður tikið fyri feilum tí hetta er torskilt)

Les eisini dystargreining av dystinum Føroyar - Ukraina


Seinstu dystirnir í okkara bólki verða spældir samstundis sunnudagin kl. 17.00. Tá spæla Eysturríki móti Føroyum, og Ukraina móti Rumenia

Føroyska venjaratoymið má hava eyguni við støðuni millum Ukraina og Rumenia, tí úrslitið har ávirkar, hvat úrslit vit hava brúk fyri móti Eysturríki.

1. Vísir tað seg, at Ukraina er á veg at vinna við í minsta lagi 8 málum móti Rumenia, mugu okkara menn gera alt fyri at fáa í minsta lagi javnleik móti Eysturríki. Annars glíða vit niður á 4. plássið.

2. Vísir tað seg hinvegin, at Ukraina ikki hevur møguleika at vinna við minsta lagi 8 málum, so ræður eisini um hjá Føroyum at ansa væl eftir, at vit ikki tapa við ov nógvum málum móti Eysturríki. Tí tá kann málmunurin í 3-ara roknskapinum gerast ov vánaligur og kosta okkara monnum EM-endaspælið. Men sjálvandi skulu vit fara eftir at fáa stig.


3-arara stigatalvan

Tað mest sannlíka má metast at verða, at Føroyar gerast nummar 3 í bólkinum. Fýra teir bestu 3-ararnir koma til EM-endaspælið.

Tað vísir seg at vera torført at finna eitt yvirlit yvir støðuna millum 3-ararnar í teimum átta EM-undanbólkunum.

Tað einasta yvirlitið, eg finni á netinum, er á hesi wikipediasíðuni um undankappingina til EM 2024.(Yvirlitið má takast við fyrivarni, tí hetta er ikki ein góðkend almenn síða)

Í løtuni sær støðan millum 3-ararnar soleiðis út.
3-ara stigatalvan vísir, at tað sær gott út hjá Føroyum, tí tey fimm londini við 0 stigum skulu bæði vinna 2 stig inn á Føroyar, og ein málmun á 12 mál ella meira.

Dystirnir hjá teimum átta 3-arunum í seinasta umfari síggjast niðanfyri. Sum sæst hava fleiri lond truplar útidystir. Men tað skal havast í huga, at fleiri lond hava spælt seg til EM-endapælið, og møguliga fara at spara leikarar.

  • Bólkur 4: Eysturríki - Føroyar
  • Bólkur 5: Niðurlond - Grikkaland 
  • Bólkur 7: Montenegro - Bosnia
  • Bólkur 8: Frakland - Italia
  • Bólkur 3: Ísland - Estland
  • Bólkur 6: Ungarn - Georgia
  • Bólkur 1: Norðurmakedonia - Turkaland
  • Bólkur 2: Serbia - Slovakia

Hesi lond kunnu eisini enda nummar 3
Støðurnar í bólkunum kunnu eisini broytast, og hesi lond kunnu gerast aktuell í 3-ara stigataluni.

Í bólki 1 hevur Norðurmakedonia í 3-ara stigatalvuni 2 stig og málmunin -2
Í bólki 2 hevur Finnland í 3-ara stigatalvuni 0 stig og málmunin -28
Í bólki 3 hevur Ísrael í 3-ara stigatalvuni 0 stig  og málmunin -36
Í bólki 5 hava Niðurlond í 3-ara stigatalvuni 3 stig og málmunin +1
Í bólki 6 hevur Litava í 3-ara stigatalvuni  0 stig og málmunin -29
Í bólki 7 hevur Montenegro í 3-ara stigatalvuni 2 stig og málmunin +1 

Tað eru sostatt serliga 3-ararnir í bólki 5 og bólki 7 og møguliga bólki 1, sum kunnu fara fram um okkum. Í hinum bólkunum skulu 3-ararnir hála 2 stig inn á okkum, umframt ein trivaligan málmun. So tað sær veruliga gott út, um vit enda nummar 3. Men einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt.

Frágreiðing, hví triðja plássið í okkara bólki kann gleppa

Føroyar eru, sum nevnt, nærum tryggjaðar at enda í minsta lagi nummar trý í undanbólki 4. Tað einasta, sum kann broyta tað er, um Ukraina vinnur við 8 málum ella fleiri á Rumenia. Hendir tað, mugu Føroyar fáa stig móti Eysturríki.

Tað er nevnilig soleiðis, at um Ukraina vinnur á Rumenia, og Føroyar tapa móti Eysturríki, enda Føroyar, Rumenia og Ukraina øll við 4 stigum.

So verða hesi trý londini raðfest eftir sínamillum støðuni. Tá koma øll framvegis at hava 4 stig, og sostatt má innanhýsis málmunur til fyri at avgera bólk 4.

Sínamillum støðan millum Føroyar, Rumenia og Ukraina undan seinasta dystarumfar


DystirVJTMÁlmunur   Stig
1
Rumenia
320185 - 71     (+14)4
2
Føroyar
4202103 - 106     (-3)4
3
Ukraina
310281 - 92     (-11)2