Manslandsliðið í hondbólti greiddi sína uppgávu. Teir greiddu hana enntá væl og virðiliga, tá ið teir í vunnu greiðan 33-26 sigur móti Ukraina.
Føroyar vóru betri enn Ukraina allan dystin, og við einum Eliasi á Skipagøtu í heimsflokki og einum sera væl uppløgdu Paula Jacobsen í málinum, gjørdist sigurin rímiliga tryggur.
Ein slíkur avgerandi dystur skal kanska ikki greinast alt ov nógv, tí tað sum ráddi um var fyrst og fremst at vinna og í øðrum lagi at vinna við í minsta lagið fimm málum. Tað eyndnaðist, og dreymurin um EM-endaspælið er framvegis ljóslivandi.
Eftir fáar minuttir fóru Føroyar framum. Elias vísti, at hann er um at finna stórformin, og tað er bara ein sonn fragd at síggja, hvussu nógv megi er í hansara kastifintum, sum ikki bara fáa verjuleikarar at fara skeivan veg, men nærum eisini fáa áskoðarar, dómarar viðhvørt viðleikarar at hyggja skeivan veg. Elias helt støði allan dystin, og stóru menninir í verjuni hjá Ukraina vistu ikki síni livandi ráð. Elias vístu okkum í dag alt tað hann dugir, og spældi helst sín besta landsdyst higartil.
Í hinum endanum stóð Pauli Jacobsen ein rimmar dyst í málinum. Serliga hugtakandi var tað, at hann bjargaði heilt nógvum sokallaðum hundraðprosent møguleikum, og tað er nakað sum er dystaravgerandi. Verjan stóð eisini væl, men Pauli skaraði framúr.
Finturnar hjá Eliasi og eisini Óla Mittún vóru í dag so góðar, at Føroyar nærum kom til góðar møguleikar hvørt álop. Í dag eydnaðist eisini at fáa bóltarnar í málið, og málverjarnir hjá Ukraina komu ongantíð í gongd. Allir okkara leikarar skoraðu, bæði Leivur Mortensen á høgra veingi, og Hákum West av Teigum á høgra veingi.
Tað var týðiligt Ukraina ansaði serliga væl eftir Hákun, sum bert fekk heilt fáar møguleikar fyri steðgin. Men Hákun var tolin og hevði neyðuga sálarliga yvirskotið til at bíða eftir møguleikunum í seinna hálvleiki, og hann skoraðu upp á allar uttan ein "flúgvara".
Var tað ikki fyri eina býtta roynd, at hava sjey mans í álopinum seint í fyrra hálvleiki, so høvdu Føroyar helst ført meira enn fimm málum í hálvleiknum, kanska tíggju. Føroyar høvdu als ikki trupulleikar at koma til møguleikar seks móti seks, og tí var tað púra óneyðugt, at royna sjey mans í álopinum.
Í seinna hálvleiki var munurin alla tíðina millum fimm og sjey mál. Ukraina setti eina løtu ferðina í mótálopunum munandi upp, Men teir kláraðu ongantíð at nærkast okkum avgerandi. Í staðin bjargaði Pauli nakrar sera avgerandi bjargingar, og í hinum endaum setti Elias veruliga turboina til, og so vunnu vit ein greiðan 33-26 sigur í helst mest sannførandi landsdystunum í føroyskari hondbóltssøgu.
Nú mugu vit bara royna at fáa so gott úrslit sum møguligt móti Eysturríki sunnudagin kl 17.00. Eysturríki hevur vunnið bólkin og er komið í EM-endaspælið, so kanska teir hvíla nakrar leikarar.
Vit kunnu í hvussu er fara nærum ókeypis eftir einum úrslitið móti Eysturríki, tí triðja plássið er næstan heilt víst tryggjað. Tapa vit fyri Eysturríki mugu vit bara vóna, at 3-arara roknskapurin er okkum til vildar, og í løtuni sær hann góður út.
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (2), Óli Mittún 7, Hákun West av Teigum 6, Leivur Mortensen 3, Theis Horn Rasmussen 2, Tróndur Mikkelsen 2.
Pauli Jacobsen bjargaði 15 av 40 skotum (37,50%)
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Stigatalva
Bólkur 4 | D | V | J | T | MÁL | S | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Eysturríki | 5 | 5 | 0 | 0 | 170 - 149 | 10 |
2 | Rumenia | 5 | 2 | 0 | 3 | 147 - 142 | 4 |
3 | Føroyar | 5 | 2 | 0 | 3 | 131 - 136 | 4 |
4 | Ukraina | 5 | 1 | 0 | 4 | 140 - 161 | 2 |