Mest týðandi dystur í føroyskari ítróttasøgu

Manslandsdystur í hondbólti EM-undanbólkur 4, í høllini á Hálsi kl. 19.00 26. apríl 2023
Føroyar - Ukraina

Í kvøld verður mest týðandi dystur í føroyskari ítróttasøgu spældur í høllini á Hálsi í Havn, tá ið manslandsliðið í hondbólti kann taka eitt avgerandi fet móti EM-endaspælinum í Týsklandi í januar 2024.

Dysturin er móti Ukraina, og júst Føroyar og Ukraina kappast um triðja plássið í EM-undanbólki 4. Hetta triðja plássið kann geva pláss í EM-endaspælinum.Atgongumerkini til dystin vóru seld eftir lítlari løtu, og høllin á Hálsi verður sostatt fullsett í kvøld.



Sjónvarpið vísir dystin beinleiðis, og FM1 sigur eisini frá dystinum

Á heimasíðuni hjá EHF ber til at fylgja dystinum í beinleiðis dystarfrásøgn og beinleiðis hagtølum

Støðan, nú tveir dystir eru eftir at spæla, er tann, at Føroyar og Ukraina hava tvey stig hvør. Men av tí, at Ukraina er betri í innanhýsis dystum móti Føroyum, so er Ukraina nummar 3 og Føroyar nummar 4. Ukraina vann fyrra dystin móti Føroyum 29-25.Vinna Føroyar dystin í kvøld, fara vit upp á fýra stig, og fara framum Ukraina, sum so framvegis hevur 2 stig.

Føroyar mugu vinna í kvøld, og fyri heilt víst at tryggja sær triðja plássið, mugu Føroyar vinna dystin við meira enn fýra málum, ella við fýra málum, samstundis sum Ukraina ikki skora meira enn 24 mál.

Vinna vit við færri enn fýra málum, mugu vit bíða til seinasta umfar, at vita, um Føroyar verður nummar trý ella fýra.

Tapa vit móti Ukraina, so er møguleikin at gerast nummar trý og at koma til EM-endaspælið farin.
Spæla vit javnt, mugu vit fáa fleiri stig enn Ukraina í seinasta umfari.

Í seinasta umfari nú sunnudagin spæla Føroyar móti Eysturíki á útivølli, og Ukraina spælir móti Rumenia.


Støðan í okkara bólki er hendan

BÓLKUR 4DVJTMÁLS
1
Eysturríki
4400135 - 1198
2
Rumania
4202117 - 1074
3
Ukraina
4103114 - 1282
4
Føroyar
410398 - 1102
Klára Føroyar at gerast nummar trý, skal okkara úrslit vigast upp móti úrslitunum hjá nummar trý úr hinum sjey bólkunum. Tá ið telja bara dystirnir móti nummar 1 og 2 í bólkinum við. Fýra teir bestu 3-ararnir koma víðari til EM-endaspælið.

3-ara-støðan í løtuni sær í løtuni gott út fyri okkum. Vit hava fingið 2 stig móti Rumenia, og tað er bara heilt fáir av hinum 3-arunum, sum hava fingið stig móti nummar 1 og 2 í sínum bólki. Men nógv kann broytast tvey tey seinastu umførini.