Ikki nóg gott

EM-undanbólkur E: Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)

Føroyar fáa sjáldan so góðan møguleika at vinna ein undandyst á útivølli sum í kvøld. Mótstøðuliðið Moldova var ikki nógv at reypa av. Men tað vóru Føroyar heldur ikki.

Kortini vóru Føroyar nógv betri í í fyrra hálvleiki, og tað var uppiborið, at Føroyar vóru framman fyri 1-0.

Eitt frálíkt mótálop byrjaði við einari góðari sending frá Jákupi Andreasen langt aftur á egnari hálvu. Meinhard Olsen rak síðan fram eftir vøllinum, og legði eina minst líka góða sending til Mads Mikkelsen, sum úr eitt sindur spískum vinkli fekk so mikið gott skot á bóltin, at hann fór í málið.

Hóast Føroyar ikki vóru góðir í fyrra hálvleiki, so gjørdist enn og verri í seinni. Liðið lá alt ov langt afturi á vøllinum, og sum hálvleikurin leið, so gjørdust atsóknirnar hjá Moldova alt meira vandamiklar, og tað var bara spurningur um tíð, so fór at enda galið. 

Nakrar minuttir fyri tí dømdi dómarin brotspark, tá ið Heini Vatnsdal kom til at sláa ein áleypara hjá Moldova í høvdið. Brotsparkið sendu moldovar trygt í málið, og so endaði dysturin 1-1.

Vit kunnu angra okkum um ein mistan sigur, men hinvegin kunnu vit eisini vera glað fyri, at Moldova ikki fór við øllum.

Tað, sum vit skulu vera mest skuffaði av, er, at okkara menn ikki nær á námind spældu upp til tað, sum vit vita, teir kunnu. 

Støðið og ferðin í dystinum sum heild kom ongantíð upp á altjóða støði, og veruleikanum eru dystir í føroysku landskappingni, sum verða spældir á hægri støði enn hesin.

Tað er sjálvandi torført at siga, hví føroyska liðið ikki megnaði at finna orku og vilja í dystinum. Teir hava ferðast langt til eitt land, sum í løtuni er sera óstabilt, og so sá vøllurin eisini sera vánaligur út. Hartil kemur eisini, at landskappingin her heima hevur ligið still av kava í tvær vikur, so flestu leikararnir als ikki eru í dystarform. Men samanumtikið, so kunnu vit ikki brúk hesar umberingar til nakað sum helst.

Tað er ringt at nevna nakran føroyskan leikara, sum sást fram um aðrar. Í fyrra hálvleiki vóru Mads og Meinhard mest sjónligir, men so er eisini alt sagt um góð avrik frá føroysku leikarunum.

Håkan Ericson royndi at broyta vánaligu gongdini í seinna hálvleiki. Noah Mneney kom á vøllin, so fimm vóru á miðvøllinum, men einki hjálpti. Føroyingar megnaðu als ikki at leggja nakað sum helst trýst á bólthaldaran hjá teimum, og tað var alt ov lætt hjá Moldova at koma í álop.

Eg saknaði, at Pætur Petersen kom á vøllin, tí vit vita, at hann altíð rennur sólina svarta, sama hvussu illa tað gongur hjá liðnum, hann spælir við.

Ein javnleikur er kanska eitt brúkiligt úrslit. Men skal føroyskur landsliðsfótbóltur víðari, so mugu dystir sum hesin vinnast. Her er einki uttanumtos, tí hetta avrikið var í mínum hugaheimi ikki góðtikið.

Vit skulu vera glað fyri, at okkara landslið ikki spældi móti einum sterkari landi í kvøld, tí so kundi verið endað heilt galið.

Vónandi eru viljin og mátturin sterkari, tá ið vit í juni taka móti Kekkia á Tórsvølli