HB vann lættliga á turra vøllinum á Eiði

Betri Deildin við monnum:
EB/Streymur  - HB 0-3 (0-2)
Tað var ikki nakar ivi um, hvat var tað betra liðið á Eiði í dag, tá ið EB/Streymur tók móti HB. Havnarmenn vóru omaná frá byrjan, og tað hjálpti sjálvandi sera væl hjá HB, at teir fingu hol á longu í 7. minutti.

EB/Streymur hevði valt ikki at vatna turra vøllin fyri at gera umstøðurnar verri hjá bólttryggu leikarunum hjá HB. Turri vøllurin ávirkaði eisini spælið hjá báðum liðum allan dystin, og hevði eisini ávirkan á fyrsta málið hjá HB.

Sundalagsmenn royndu at spæla seg út frá málinum. Men ólukkutíð kom Rógvi Egilstoft at spæla beint til ein HB-ara, og bólturin endaði hjá Mikkel Dahl, sum hegnisliga við einum fløtum skoti legði bóltin inn við stongina.

HB helt fram at hava greiða yvirvág í spælinum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom HB fram um 2-0. EB/streymur ruddaði ikki eitt hornaspark ordiliga burtur, og bólturin støkk út til Matthias Præst Nielsen, sum sendi bóltin millum vinir og fíggindar niður í jørðina og í málið.

Nú var dysturin í roynd og veru avgjørdur, hóast EB/Streymur hevði tveir rættiliga góðar møguleikar seinni í dystinum. Niels Pauli Danielsen skeyt framvið málinum í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki høvdu sundalagsmenn trý skot í somu støðu, fyrst bjargaði Teitur Gestsson í málinum hjá HB, so bjargaði ein verjuleikari á strikuni, og seinasta skotið fór upp um málið.

HB hevði alt spælið, so at siga allan dystin, einasta løtan EB/Streymur hevði eitt nøkulunda samanhangandi álopstrýst , var ein stutt løta nakað inn i seinna hálvleik.

Hóast HB sat á øllum, so høvdu teir kanska ikki so nógvar heilt stórar møguleikar. Vøllurin var so nevnt alt ov turrur at spæla fótbólt á, og tí steðgaði vøllurin nógvum álopum, tá ið leikarar ella bólturin stóðu føst í vøllinum.

Ein so turrur vøllur tykist nærum at vera vandamikil fyri leikararnar, og tað einu ferðina, tá ið Bogi Reinert Petersen kom við einari alt ov ljótari takkling, kunnu vit vera glað fyri, at Dan í Soylu hoppaði upp, tí hevði beinið staðið fast á vøllin tá, so kundi tað lættliga ført til ein ógvusligan skaða.

Dysturin var endaliga punkteraður um miðjan seinna hálvleik. Innskifti Ári Mohr Jónsson setti ferð á eitt mótálop í vinstru síðu, legði ein neyva sending fram til Mads Borchers. Hann spældi tvørtur um til Mikkel Dahl, sum gav sær tað neyðugu tíðina at leggja bóltin til rættis og rulla hann inn við stongini.

Mikkel dugir sera væl, at skora mál upp á júst hendan mátan, ikki bara buldra til, men spakuliga at leggja bóltin so langt út móti stongini at málmaðurin ikki røkkur bóltinum.

Alt í alt ein kontrolleraður pliktsigur hjá HB, sum í løtuni er nærmasti kappingarneyti hjá KÍ.

Týskvøldið eru fjórðingsfinalur í steypakappingini á skránni. Tá tekur EB/Streymur móti Skála. Meðan HB og B36 bresta saman í Gundadali.