Mynd: hsf.fo |
H71 føroyameistari eftir 3 vunnar finalur
H71-kvinnur kláraðu akkurát at hála sigurin heim móti Kyndli í triðju FM-finaluni, og harvið vunnu hoyvíkskvinnur meistaraheitið annað árið á rað og fyri fyrstu ferð nakrantíð greipuna.
Greipusigurin hjá hoyvíkskvinnum er fyribils krúnan á verkinum á einum miðvísum arbeiði á gentu og kvinnusíðuni, sum H71 byrjaði nærum á berum fyri eini 15 árum síðan.
Eftir nógv meistaraheiti í gentudeildunum í fleiri ár, tók H71 kappingarárið 2017/18 tað stóra stigið at melda lið í bestu kvinnudeildina. Nú fimm ár seinni eru tær greipuvinnarar við besta kvinnuliðnum í føroyskari hondbóltssøgu.
Í triðju FM-finaluni átti Kyndil stóra æru í, at vit fingu ein sera spennandi dyst. Men sjálvt um kyndilskvinnur einaferð í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri við sjey mál, so var tað ikki nokk. Hesar H71-kvinnurnar eru heilt serligar, og spakuliga ótu tær seg inn í dystin aftur, og seinastu minuttirnar var sera stóru spenningur, hvønn veg dysturin fór at koppa. Og hann koppaði til H71.
Einaráðandi
Liðið hjá H71 hevur hetta kappingarárið verið heilt einaráðandi. Tær eru ósigraðar í landskappingini, og einasti ósigurin var í tí týdningarleysu seinnu hálvfinaluni í steypakappingini móti Neistanum.
H71 kvinnurnar komu í hesum kappingarárinum eisini longri í evropeiskari kapping enn nakað annað føroyskt lið nakrantíð er komið.
Góð breidd og einstakir stjørnuleikarar
Eyðkennið fyri liðið hevur verið góðir leikarar á so at siga øllum plássum væl kryddað við nøkrum leikarum, sum skara burtur úr. Her skal serliga Jana Mittún nevnast. Hvirluvindurin á liðnum, sum við kvikleika, spælskili og einari ótroyttiligari orku spælir nærum allir dystirnar á tamb bæði í verju og álopi. Harafturat má Maria Halsdóttir Weyhe ikki gloymast. Hon hevur verið við øll árini, og hennara spælskil hevur eisini bjargað liðnum nakrar ferðir í ár, tá ið tað hevur staðið á. Fleiri aðrar kundu verið nevndar, men tað verður ikki hesaferð.
Stundum hevur tað tykist ov lætt hjá H71-kvinnunum at vinna. Serliga hevur tað nærum verið eitt spæl at skora mál, og tað hevur onkrar dystir havt við sær, at tær hava tikið alt ov lætt um verjupartin. Ikki tað, tær duga at verja. Men tað hevur heilt einfalt ikki verið neyðugt, tí tær hava bara skorað fleiri mál í hinum endanum. Í tí sambandi kann nevnast, at bæði Kyndil og Neistin lótu færri mál inn grundspælinum.
Fleiri fara av landinum
Komandi kappingarár fer hetta framúr góða H71-kvinnuliðið í upploysn. Bæði Jana og Maria fara av landinum, og tað gera fleiri aðrar eisini. Men er tað nakað felag, sum tolir tað, so er tað H71. Tí ungdómsarbeiðið er gott, og nógv ár framyvir koma góðir kvinnuligir leikarar upp í kvinnudeildina. Tað skal í undra um H71 aftur komandi kappingarár spælir um tey ovastu plássini í bestu kvinnudeildini, men kanska tað verður meira spennandi.
🇫🇴 Hjartaliga til lukku við meistaraheitinum og greipuni H71 🏆🥇
-----------------------------------
H71-kvinnur vunnu tríggjar FM-finalur, og eru best best av fimm møguligum finalum.
Úrslitini í finalunum vóru:
29.04.23 H71 – Kyndil 34-25 (dómaraseðil)
03.05.23 Kyndil – H71 27-32 (dómaraseðil
06.05.23 H71 – Kyndil 25-24 (dómaraseðil)
Úrslitini í finalunum vóru:
29.04.23 H71 – Kyndil 34-25 (dómaraseðil)
03.05.23 Kyndil – H71 27-32 (dómaraseðil
06.05.23 H71 – Kyndil 25-24 (dómaraseðil)