EM24: Berlin ein fjølbroyttur býur


Berlin Mitte (mynd:Wikipedia)
Eitt sindur um søguliga og dagsins Berlin

Frá 9. januar og eina góða viku fram verður týski høvuðsstaðurin Berlin vertur fyri eina ta størstu føroysku fólkmongdina, sum nakrantíð er savnað uttanlands. Tá verða nakrir túsund føroyskir hondbóltsáskoðarar í Berlin og stuðla manslandsliðnum í hondbólti í EM-endaspælinum.

Vit, sum eru nóg gomul, minnast, at Berlinmúrurin var ímyndin upp á kalda kríggið, sum setti stórar politiskar kílar millum Vestur- og Eysturevropa frá 1945, tá ið seinni veraldarbardagi endaði, fram til 1989.

Eftir í minninum stendur serliga myndin, tá ið íbúgvarnir í Berlin nærum við berum nevum knústu múrin niður eitt hóskvøld í novembur 1989. Men søgan um Berlin er nógv meira enn kalda kríggið og múrurin.


Bert ein lítil býur

Í nærum túsund ár frá 962 til 1806 var, tað sum vit í dag kenna sum Týskland partur av Týsk-Rómverska ríkinum, sum var eitt samríki við nógvum smáum ríkjum. Týsk-rómverska ríkið bygdi víðari á ríkið hjá franska konginum Karlamagnus, sum hevði samlað stóran part av Vestur- og Miðevropa í eitt ríki, ið gjørdist spírin til tað modernaða Evropa.

Berlin liggur við ánna Spree í landspartinum Brandenburg, har slavisk fólkasløg búsettu seg umleið ár 1000. Germanar búsettu seg seinni í økinum, og fyrstu ferð býurin Berlin er nevndur, var í 1244. Fyrstu tíðina var Berlin bara ein vanligur lítil býur við nøkrum fáum túsund íbúgvum.

Vaksandi handilsbýur

Í 1400-talinum kom Brandenburg undir ræðið hjá fúrstaættini Hohenzollern, sum gjørdi Berlin til stjórnar og handilsbý.

Eftir tretivuárakríggið 1618-1648 var Berlin í sorli. Friedrich Wilhelm 1. fúrsti av Brandenburg setti víðfevnt trúarfrælsi í gildi, og tað førdi til stóra tilflyting av millum øðrum fronskum hugnottum, sum flýggjaðu úr Fraklandi. Eisini fluttu nakrar jødiskar familjur til Berlin, og fólktalið vaks við 20.000 íbúgvum. Berlin fór veruliga at mennast til ein týðandi handilsbý í Evropa.
  
Brandenburger Tor (mynd:Wikipedia)


Høvuðsstaður í Proyslandi og Týsklandi

Í 1701 gjørdi Friedrich I kongur Berlin til høvdustað í skjótt vaksandi kongríkinum Proyslandi, sum upp á tað størsta umfataði stóran part av Norðurtýsklandi og Póllandi.

Í 1806 hertók Napoleon Boneparte Berlin og upploysti Týsk-rómverskra ríkið.

Í 1871 gjørdist Berlin høvuðsstaður í samlaða týska keisararíkinum og helt fram sum høvuðsstaður í Weimerlýðveldinum og í Nazitýsklandi undir Adolfi Hitler.
 
Berlinmúrurin í 1980-árunum (mynd:Wikipedia)

Berlinmúrurin deildi býin

Eftir seinna heimsbardaga í 1945, var Týskaland býtt í Vesturtýskland og Eysturtýskland. Samstundis varð Berlin, sum nú lá í Eysturtýsklandi, býttur í Vesturberlin og Eysturberlin.

Í 1961 bygdi Eysturtýskland Berlinmúrin mitt gjøgnum Berlin fyri at steðga fólki at flýggja úr Eysturberlin til Vesturberlin. Í nærum 30 ár var Berlinmúrurin ímyndin av politiska sundurskilnaðinum í Eysturevropa og Vesturevropa.

Í 1989 fall kommunisman í Eysturevropa, og samstundis fall Berlinmúrurin. Týskland var aftur sameint í eitt ríki við Berlin sum høvuðsstaði.

-------

Nógvir føroyingar fara at búgva nær við Alexanderplatz (mynd:Wikipedia)

Fleiri miðbýir

Í dag er Berlin millum fremstu mentanarligu og politisku miðdeplar í Evropa. Eisini er býurin eitt av størstu ferðamálum í Evropa.

Eitt eyðkenni fyri Berlin, er at býurin hevur tveir-, tríggir- ella fleiri miðbýur. Hetta kemst einamest av bronglaðu og fjølbroyttu fortíðini hjá býnum.

Alexanderplatz er miðbýurin, sum var í Eysturberlin. Kurfürstendamm (KuDamm), er miðbýurin, sum var í Vesturberlin. Og Potsdamer Platz er sameindi miðbýurin, sum er sprottin úr ongamannalandi, síðan múrurin fall í 1989. Harafturat hevur hvør býarpartur sín lítla miðbý.
 
Vesturberlin (mynd:Wikipedia)

Ein blómandi stórbýur

Í dag er Berlin ein blómandi stórbýur, har tey við stoltleika varðveita sínar søguligu varðar. Her kunnu nevnast Ríkisdagsbygningurin, minnismerkið um Berlinmúrin og Checkpoint Charlie, sum hvør í sínum lagið minna á ófriðarligu søguna hjá býnum. Samstundis spríkir fram nýmótans byggilist, sum gevur býnum nýtt lív millum tey 2500 grønu økini í býnum.

Sum í flestu evropeisku stórbýum eru fólkasløgini fjølbroytt í Berlin. Úr søguni hava millum annað slavisk fólkasløg, germanar, franskir hugnottar og jødar búsett seg í býnum. Eisini búgva nógvir póllendingar og russar í býnum. Í eftirkrígstíðini eru flóttafólk og arbeiðsmegi komin úr allari verðini, og serliga eru nógv fólk av turkiskum uppruna í Berlin.

Teir 3,85 milliónir íbúgvarnir búgva á einum øki á nærum 900 ferkilometrar. Hvør býarpartur hevur sítt serstaka huglag, og almenna samferðslunetið ger tað lætt at koma runt í býnum.

Um nakrar dagar vála túsundtals føroyingar í Berlin, og har er ikki neyðugt at keða seg.

Týski Ríkisdagurin (mynd:Wikipedia)