Skinnið varð selt, áðrenn bjørnin var skotin

HM-undandystur í manshondbólti: 
Luksemborg - Føroyar 31-26 (11-10)
Vit hava ofta sæð tað við fótbóltslandsliðnum. Vónirnar vóru góðar. Men avrikið er sera vánaligt. Soleiðis var eisini í kvøld, tá ið manslandsliðið í hondbólti tapti greitt fyri Luksemborg, sum frammanundan var mett at vera vánaligasti liðið í EM-undanbólkinum. Úrslitið gjørdist 31-26 til Luksemborg.

Dysturin, dystargongd og hagtøl á heimasíðuni hjá EHF

Dysturin var næstan vunnin, áðrenn hann var byrjaður. Hann skuldi bara avgreiðast, og orkan skuldi sparast til dystin móti Italia í morgin.

Tað byrjaði eisini so nøkulunda. Tað sást, at Luksemborg var til at spæla við, og Føroyar høvdu fyrstu løtuna nógv lættari við at spæla seg til møguleikar enn Luksemborg. Trupulleikin var bara, at vit gagnnýttu ikki møguleikarnar, og í hinum endanum var alt ov lætt hjá Luksemborg at skora.

Ov spakir
Luksemborg spældi hart í verjuni frá byrjan, og teir fingu fleiri útvísingar. Ein skuldi hildið, at útvísingarnar góvu Føroyum ein fyrimun, men sum so ofta í hondbólti, so endaði tað við, at tað liðið, sum berjir seg til flestar útvísingar, eisini berjir seg til at vinna dystin.

Í hinum endanum vóru føroyingar alt ov spakir í verjuni, og tí vóru teir frá Luksemborg alt ov lítið trýstir í skotunum, og av tíð sama var torført hjá okkara málverjum at bjarga skotunum.

Í heila tikið var føroyska spælið ov seint, bæði í verju og álopi.


Hákun helt okkum inni í dystinum
Um tað var saknurin í Eliasi á Skipagøtu, sum var so stórur, veit eg ikki. Men hann hevur bert spælt heilt fáar landsdystir, so vit áttu at duga uttan hann.

Men tað var bara einki flog yvir álopsspælinum, og serliga bakspælararnir spældu ein sera skuffandi dyst. Umframt lítla ferð og onga rútmu, so vóru skotini úti frá eisini sera vánaliga.

Einasti leikarin sum spældi væl allan dystin, var høgri vongur Hákun Vest av Teigum, sum vísti okkum, hví hann spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini. Við sera fjølbroyttum skotum, ofta úr sera spískum vinkli, helt hann einsamallur Føroyum inni í dystinum.

Einki initiativ
Føroyar fylgdu so dánt við í fyrra hálvleiki, og støðan í steðginum var 11-10 til Luksemborg. Eftir hvíldina sá út til at ein neisti var tendraður, tí Føroyar javnaði skjótt til 12-12, og fylgdi so við til 14-14.

Hetta var tó ikki dagurin hjá okkara monnum hvørki á vøllinum ella á beinkinum. Søgan var tann sama, einki hekk saman, lítil ferð, einki hugflog og tíverri heldur ikki nakað veruligt initiativ á beinkinum.

Fáar bjargingar
19 ára gamli Pauli Jacobsen kom í seinna hálvleiki inn til sín fyrsta landsdyst í málinum, men einki hjálpti. Tað hevur tíverri víst seg at vera ein stórur veikleiki hjá hondbóltsmonnunum, at tað er ov langt millum góðu avrikini hjá málverjunum, og tí vóru vónirnar stórar, nú sera evnaríki hoyvíkingurin var úttikin til landsliðið. Tíverri so var hjálpin frá verjuni sera vánalig, og Pauli náddi í kvøld ikki tær hæddirnar, sum vit vita hann megnar.

Kann bara gerast betri
Sum seinni hálvleikur leið, gjørdist alsamt meira greitt, at Luksemborg fór at vinna. Hákun helt fram at skora á høgra veingi, og hinumegin kom Sjúrður Olsen eisini í gongd. Teir báðir syrgdu fyri, at talan ikki gjørdist um stórtap

Luksemborg vann greitt 31-26. Ikki tí at teir vístu nakað stórspæl, men bara tí at Føroyar í kvøld spældu á sínum avgjørda botnstøði.

Tíverri var skinnið selt, áðrenn bjørnin var skotin.

Spælið og avrikið kann næstan bara gerast betri móti Italia í morgin. Tá verður mótstøðan ein heilt onnur enn í dag, og tað skal næstan eitt undir til, um okkara menn skulu fáa stig.

Vit mugu stríðast meira, verja harðari, spæla skjótari og ikki minst hugsa skjótari.