Hildu liv í vónini at koma víðari

HM-undandystur í manshondbólti: 
Italia - Føroyar 26-27 (11-10)

Dagsins leikari, málverjin Pauli Jacobsen, bjargaði seinasta skotinum í dystinum, og so hevði føroyska manslandsliðið í hondbólti vunnið 27-26 á Italia. Ein verulig uppreisn eftir vánaliga dystin móti Luksemborg í gjár

Dysturin, dystargongd og hagtøl á heimasíðuni hjá EHF

Pauli vísti vegin
Okkara leikarar vóru helst ógvuliga forskammaðir av avrikinum í gjár og vistu sjálvandi, at tað ikki mátti endurtaka seg. Tað sást eisini beinanvegin, at føroysku landsliðsleikararnir vildu prógva nakað.

Pauli Jacobsen byrjaði í málinum, og tað fekk avgerandi týdning fyri dystin. Frá byrjan tók evnaríki málverjin eina rúgvu av skotum. Frammanfyri Paula bardist teir í verjuni sum úlvur á skóg, og í álopinum var munandi meira pondus í spælinum enn í gjár.

Tað var týðiligt, at Italia var nógv betri lið enn Luksemborg, men breiddin á føroyska liðnum gjørdi, at vit alla tíðina stóðu Italia kurl.

Hákun Vest av Teigum helt fram har hann slepti í gjár, og skoraði mál fyri og annað eftir av høgra veingi, og í bakketuni tóku Pauli Mittún og ikki minst Tróndur Mikkelsen ábyrgd.

Kjartan gjørdi mun
Eftir eina góða byrjan, svaraði Italia aftur og økti ferðina í spælinum. Eina løtu sá út til, at Italia fór at fáa yvirvág, men Føroyar svaraðu aftur. Hálvskaddi Kjartan Johansen vísti beinanvegin, hann kom inn, at hann hevur stóran týdning fyri landsliðið. Trýstspælið hjá strandinginum opnaði italsku verjuni og vit varðveitta javnvágina í dystinum.

Beint fyri hálvleik kom Italia fram um 13-11. Men Føroyar javnaðu beinanvegin til 13-13 í seinna hálvleiki.

Teir dugir at avgera dystir
Restina av dystinum var eitt støðukríggj. Eina løtu sá út til, at Føroyar koma avgerandi fram um. Hesa løtuna spældu vit sera góðan hondbólt, og serliga Pauli Mittún vísti, at hann dugir nakað av tí sum systkinabarnið Elias á Skipagøtu dugir. Hegnisliga bant hann fleiri verjuleikarar og spældi bóltin víðari.

Føroyar førdu 22-20, tá ið tólv minuttir vóru eftir. So var tað sum orkan gekk undan, og við trimum málum á rað legði Italia seg fram um aftur. Her átti okkara landsliðsvenjari at verið skjótari at tikið timeout og gjørt tað broytingina, sum øll bíðaðu eftir. Men eftir eitt timeout kom Kjartan Johansen aftur á vøllin, og tað merktist beinanvegin. Kjartan skoraði ikki nakað mál, men hevði nógvar avgerandi fríspælingar.

Seinastu minuttirnir vóru eitt satt drama. Ongantíð var meira enn eitt mál á muni. Tá ið 33 sekund vóru eftir legði Teir Horn Rasmussen Føroyar fram um 27-26 eftir at Kjartan spældi hann frían.

Italia tók timeout. Men hvat teir avtalaðu, er ilt at vita, tí tað riggaði so ikki. Nøkur sekund fyri tíð bjargaði dagsins maður Pauli Jacobsen einum ikki alt ov góðum italskum skotið, og so høvdu føroyska manslandsliðið í hondbólti reinsa skommina frá í gjár av sær.

Í morgin, sunnudagin skal Føroyar spæla avgerandi dystin móti Lettlandi og vinna vit tann dystin, so eru vit víðari í HM-undankappingini. Men skulu vit megna tað, so krevst í minsta lagi líka gott avrik sum í dag. Einki annað kann góðtakast.