Føroyar - Lettland 26-19 (17-10)
Tað gjørdist ongantíð spennandi, tá ið føroysku hondbóltsmenninir spældu avgerandi dystin Í HM-undankappingini móti Lettlandi. Tíbetur kann sigast, tí Føroyar vóru heilt einfalt nógv betri enn baltiska landið, og vunnið greiðan sigur 26-19. Harvið vunnu vit bólkin og eru víðari til 1. umfar av røkka-ella-støkka dystum at koma til HM-endaspælið.
Dysturin, dystargongd og hagtøl á heimasíðuni hjá EHF
Stóri spurningurin undan dystinum var, um Føroyar megnaðu at halda støðið frá dystinum móti Italia, ella um støðið fór at dala niður á støðið móti Luksemborg, nú vit aftur vóru rímiliga greiðir favorittar.
Tíbetur so hildu vit tað høga støðið frá dystinum móti Italia, og tá ið Lettland, sum hevur skuffað sera nógv í hesi kappingini, helt fram at skuffað, so var rættiliga skjótt greitt, at hendan dystin fóru vit helst at vinna.
Tað gekk javnt á fyrsta korterið, men Føroyar vóru sum oftast eina tonn frammanfyri. Álopsspælið gekst væl, og nógvir leikarar skoraðu. Pauli Jacobsen stóð aftur væl í málinum, og í verjuni var nógv lagt fyri at steðga risastóra stjørnuleikaranum Dainis Kristopans. Tað var eisini risin á høgra bakki, sum voldi okkara verju størstar trupulleikar antin við skotum ella við fríspælingum.
Kjartan lyfti føroyska álopsspælið
Hóast einki var at fýlast á, so var tað sum um støði lyftist eitt sindur, tá ið Kjartan Johansen kom inn. Hálvskaddi høgri bakkurin megnaði eins og í gjár at fáa meira bit í álopsspælið, og beinanvegin hann kom inn, fóru Føroyar frá Lettlandi.
Kjartan dugir at leggja røttu tyngd á trýstspælið og at sleppa bóltinum akkurát rættstundis til næsta mann. Umframt tað, dugir hann eisini sera væl at spæla strikuna og sjálvur at glíða gjøgnum verjuna.
Í hálvleikinum førdu Føroyar heilt 17-10.
Í seinna hálvleiki hendi júst tað sama, tá ið Kjartan kom inn. Føroyar megnaði ikki at slíta seg heilt leysar av Lettlandi, men tá ið Kjartan kom inn, fóru vit upp á stutta løtu frá fimm málum framman fyri til átta mál frammanfyri. Hesaferð megnaði Lettland ikki at svara aftur, og endin var, at Føroyar vunnu greitt 26-19.
Góð breidd
Nakrir leikarar hava kanska verið meira sjónligir enn aðrir hetta hondbóltslandsliðsvikuskiftið í høllini á Hálsi.
Hákun West av Teigum er ein høgri vongur á veg móti altjóða toppstøði, Pauli Jacobsen var stundum ein livandi múrur í málinum, Tróndur Mikkelsen fekk sítt veruliga gjøgnumbrot á landsliðnum, Pauli Mittún tók væl av møguleikanum at spæla sínar fyrstu landsdystir, og so vísti Kjartan, at hann gav liðnum nakað eyka, nú Elias á Skipagøtu ikki var við.
Men tá ið allir hesir eru róstir, so er kanska størsta styrkin hjá Føroyum samanborið við fyri nøkrum árum síðan, at breiddi er vorðin nógv størri. Vit hava fleiri leikarar, sum í løtum koma inn og gera mun, og tað gevur landsliðsvenjaranum nógvar taktiskar møguleikar.
Tað í er kapping um flestu plássini, og hóast nakrir leikarar hava eyka klassa, so kann eingin kenna seg tryggan á sínum plássi, um teir ikki raka dagin.
Eitt frálíkt hondbóltsvikuskiftið
Hondbóltsvikuskiftið, sum byrjaði so illa móti Luksemborg, endaði frálíkt. Heilt ótrúliga gott at síggja altjóða hondbólt aftur í Føroyum. Vit megna, um vit vilja, og tað eru løtur, sum hesar, at vit eru eyka stolt av at vera føroyingar.
Tað er heilt einfalt meira spennandi at búgva í Føroyum, tá ið vit sleppa at uppliva ítrótt og aðra mentan á altjóða støði.
Vit gleða okkum longu til røkka-ella-støkka dystirnar í mars. Takk fyri dreingir😀