Tað eru ikki bara kvinnurnar hjá H71, sum eru raktar av spentu støðuni í Ukreina. Ukreinska fótbóltsfelagið Shakhtar Donetsk hevur ikki spælt á heimavølli síðan 2014.
Shakhtar Donetsk er mest vinnandi felagið í Ukreina í hesi øldini, og hevur seinnu árini verið nærum fastur luttakari í Champions League.
Shakhtar Donetsk er úr landspartinum Donetsk har eysturi í Ukreina. Í 2014 var veruligt kríggj í Donetsk, og síðan tá ið hava russiskt vinarligar uppreistrardeildir havt ræðið á landspartinum, og støðan hevur øll hesi árini mint um borgarakríggj.
Spenta støðan hevur havt við sær, at Shakhtar hevur verið noytt til at spæla heimadystir longri vesturi í Ukreina.
Frá 2014 til 2016 var heimavøllurin í Lviv, sum er júst tann býurin H71 skuldi spæla í. Síðan hava aðrir býir verið vertir fyri heimadystirnar hjá Shakhtar, meðan felagið hevur venjingarmiðstøð í ukreinska høvuðsstaðnum Kiev.
Eingin fráboðan frá evropeiskum ítróttasamgongum
Higartil hava hvørki evropeiska fótbóltssamgongan UEFA ella hondbóltssamgongan EHF tikið nakra avgerð um, at dystir ikki kunnu spælast í Ukreina.
EHF heitti á H71 og ukreinska felagið HC Galychanka Lviv at tosa seg til rættis, men samráðingarnar hava ikki ført til nakað, og í løtuni bendir alt sostatt á, at H71 má fara úr Europa Cup, tí tær ikki møta til dystin sunnukvøldið.