Dreymurin brast – Hvat nú?

Hóast EM-bólkurin var sera sterkur, so var ikki sørt, at í føroyska hondbóltsheiminum vóru vónir um, at okkara óføru U20-dreingir kundu klára at spæla seg víðari til finalubólkin.

Men knæskaðin hjá avgjørda stjørnuleikaranum, Eliasi á Skipagøtu, var helst høvuðsorsøkin til, at U20 hondbóltsdreingirnir ikki megnaðu at spæla seg víðari til finaluumfarið í EM-endaspælinum í Portugal.

Nú skulu okkara dreingir spæla í B-bólkinum móti Noregi og Póllandi.


Lýtaleysur sigur
Tað sá lovandi út eftir sigurin móti ongum minni enn hondbóltsrisanum Danmark í fyrsta dystinum. Elias spældi væl, Hákun West av Teigum spældi væl, Pauli Jacobsen stóð sera væl í málinum, blaðungi 17 ára gamli Óli Mittún vísti seg fram, og sum heild var álopsspælið gott við sera fáum feilum.

Elias skaddur
Skelkurin kom beint undan øðrum dystinum móti Slovenia, tá ið tað gjørdist greitt, at Elias á Skipagøtu ikki var við, tí ein knæskaði spøkti aftur.

Hinir stríddust tó manniliga, og við einum rimmar avrikið bardu teir seg inn í dystin aftur, eftir at Slovenia var nøkur mál framman fyri. Endin var kortini ein eitt máls ósigur.

Troyttir leikarar
Tað sigur seg sjálvt, at breiddin á hópinum er minni hjá einari lítlari hondbóltstjóð sum Føroyum, tá ið borið verður saman við størru londini. Tí verða okkara venjarar í størri mun noyddir at brúka somu leikarar stóran part av tíðini, um vit skulu spæla upp við størru londini.

Hetta sást aftur í seinasta bólkadystinum móti stórvaksnu ungarsku leikarunum, sum gjørdust ein alt ov stórur biti hjá sera troyttu føroysku leikarunum. Tí endaði dysturin við stórsigri til Ungarn

Áttu at brúkt breiddina meira
Tað er altíð ein spurningur um javnvág, hvussu nógv bestu leikararnir skulu spæla, og hvussu nógv breiddin skal spæla. Tað mest vanliga er at geva lyklaleikarunum í minsta lagi nakar minuttir hvíld hvønn hálvleik, so teir kunnu spara orku og savna tankarnar. Hetta gjørdu Føroyar ikki fyrstu dystirnar, og tað kostaði seinasta dystin.

Í seinna hálvleiki móti Ungarn koma fleiri eykaleikarar inn, og onkur teirra, vísti, at teir saktans kunnu koma inn og gera mun. Her hugsi eg serliga um Bjarna í Selvindi, sum er einasti veruligi langskjúttin á liðnum, og vanliga skjýtur eina rúgvu av málum fyri StÍF í landskappingini. Vit fingu tó frá sjónvarpsviðmerkjaranum, Birgiri Hansen, at vita, at Bjarni hevur verið sjúkur við koronu, og tí ikki er við fyrr enn nú. Vónandi kann Bjarni koma inn í dystunum móti Noregi og Póllandi, og lættu um hjá grundstammuni.

Elias og hinir mugu ikki overvast
Annar føroyski venjarin, Julian Johansen, segði í útvarpssamrøðu eftir dystin, at teir mugu ansa eftir Eliasi, so at løtuvinningur ikki verður tikin fram um hondbóltsframtíðina hjá Eliasi. Og her kann eg ikki geva Juliani annað enn rætt.

Í roynd og veru átti Elias als ikki at verið við í hesi kappingini, tí hann er longu A-landsliðsleikari, og tað er skjótt, at kroppurin verður overvaður. Tað sama er fyri so vítt eisini galdandi fyri Paula Mittún, Paula Jacobsen og Hákun West av Teigum, sum sum longu er á manslandsliðnum.

Hinvegin er tað væl skiljandi, at hesir fýra A-landsliðsleikarar vilja við til U20-EM-endaspælið, tí hetta hevur verið stóri dreymurin og málsetningurin hjá árgangi 2002.

Kunnu koma til HM-endaspæl
Julian Johansen, venjari, greiddi frá, at nú EM-dreymurin brast, er endamálið at koma millum tíggju tey bestu, tí so sleppa dreingirnir at spæla í HM-endaspælinum komandi ár.

Um so verður, verður týðandi at hava í huga, at berandi leikararnir longu nú eisini eru berandi leikarar á A-landsliðnum. Tí má ansast óvanliga væl eftir, at hesir sera evnaríku leikarar ikki spæla ov nógvan hondbólt, so teir gerast ov troyttir og fáa óneyðugar skaðar.

Spennandi verður at síggja seinastu dystirnar í hesum EM-endaspælinum, og vit gleða okkum at síggja hesar U20-garparnar sum berandi leikarar á manslandsliðnum komandi mongu árini.