18 ára gamli Bajcetic avgjørdi

  
 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 


Premier League: Aston Villa - Liverpool 1-3 (0-2)
18 ára gamli spaniólin Stefan Bajcetic, var júst komin inn til sín annan dyst í Premier League, tá ið hann skoraði til 3-1 og avgjørdi dystin móti Aston Villa 2. jóladag.

Málið kom sum ein lætti, tí  Aston Villa hevði sett í spenning í dystin, eftir at Liverpool førdi 2-0 í hálvleikinum. 

Tað lá líka sum í luftini, at Aston Villa frá at javna. Men tíbetur vildi Bajcetic tað øðrvísi.

-------------------

Eftir ein mánaða við seinum og ofta lítið áhugaverdum HM-fótbólti, er gott at síggja fótbólt aftur á hægsta stigi og við fullari ferð. 

Fyrr um dagin vísti Newcastle okkum, hvussu høgt støðið er í Premier League, og sigurin hjá Newcastele vísir okkum eisini, at vit mugu vinna hvønn einasta dyst, um vit ætla okkum at vera í topp 4, tá ið kappingarárið endar.

Liverpool byrjaði eisini við fullari ferð, og tað var gott at síggja, at Liverpool endiliga kláraði at koma fram um tíðliga í einum dysti. 

Eftir eitt hornaspark, endaði bólturin uttan fyri brotsteigin hjá Arnold, sum hegnisliga legði bóltin inn um verjuna til Robertson, sum staddur til høgru fyri málið, legði bóltin við uttaru síðuni á vinstra beini tvørtur um til Salah, sum lættliga skoraði í tóma málið.

Hóast Liverpool allan fyrra hálvleik var betra liðið, so sóu vit allan dystin, at tað framvegis haltar í verjupartinum hjá Liverpool. 

Eftir mínum tykki er tað verjuparturin á miðvøllinum, sum er stóra problemið. Í dag var miðvøllurin samansettur av trimum "aldrandi" monnum, Fabinho, Thiago og Henderson, og tað sást tíverri aftur, at hesir ikki eru millum skjóastu menn longur, og tí vóru teir alt ov ofta ov seinir í tvídystirnar. Aftur í dag var Alisson noyddur til at bjarga alt ov ofta.

Tað var kortini ikki óuppiborið, at van Dijk legði Liverpool fram um 2-0 nakað fyri steðgin. Eitt hornaspark endaði við, at Salah legði bóltin aftur til verjurisan, sum úr spískum sendi bóltin í málið millum vinir og fíggindar.

Fyrri hálvleikur var góðkendur hjá Liverpool, hóast trupuleikarnar verjupartinum. Salah spældi væl og skoraði, og tað var sera gott at síggja avskrivaða Oxlade-Chamberlain spæla ein góðan fyrra hálvleik. 

Hinvegin er tað fustrerandi at síggja Darwin Nunez brenna so nógvar møguleikar. Hann ger tað mesta rætt, ger nógvar sera góðar renningar, er sera kvikur og sterkur, men kanska heldur ofta rangstaddur. Problemið er bara, at bólturin vil ikki í málið. Vit bíða spent, til tað veruliga kemur hol á.

Í seinni hálvleiki kom Aston Villa á vøllin sum eitt óløgi, og Liverpool fótaði sær ikki aftur fyrr enn Aston Villa hevði bóltin í málinum. Tað var bara spurningur um tíð, so fór harða trýstið hjá Villa at geva úrslit. Liverpool kláraði nærum ikki út úr brotsteiginum, so bólturin dansaði aftur og fram framman fyri málið hjá Alisson. 

Málið kom eftir eitt korter, tá ið Arnold ikki kláraði at rudda ordiliga burtur, og eftirfylgjandi var eitt innlegg lagt úr høgru síðu inn í høvdið á Watkins, og so var veruligur spenningur í dystinum.

Hví Klopp og hansara menn á beinkinum ikki skiftu út fyrr, er ilt at skilja, tí øll sóu hvønn veg tað bar. Tað hjálpti eisini skjótt, tá ið Elliot og Keita komu inn fyri Ox og Thiago. Útskiftingarnar hjálptu nakað, og ein partur av søguni var eisini, at Aston Villa ikki orkaði at halda á við somu øði.

Spenningurin í dystinum helt sær heilt til tíggju minuttir fyri tíð, tá ið innskifti unglingin Bajcetic fangaði bótin eftir eina atsókn, tók bóltin hegnisliga fram við málverjanum, og skoraði so úr spískum vinkli.

Málið punkteraði Aston Villla, og Liverpool koyrdi sigurin í hús. Tað kann eisini nevnast, at 17 ára gamli skotin, Ben Doak, kom á vøllin til sín fyrsta dyst í Premier League.

Ein stórur lætti og trý stig. Fríggjakvøldið er heimadystur móti Leicester. Tá er kravið aftur trý stig, og vónandi eydnast at fáa betri javnvág á miðvøllin, tí har er tíverri framvegis pláss fyri stórum batum.

Til endans má nevnast, at tað var heilt óluksáliga gott at síggja van Dijk spæla sín besta dyst hetta kappingarárið. Hann var besti maður, spældi ein feilfrían dyst, og var høvðusorsøkin til at vit vunnu jóladystin.


Dystartøl frá nifs.no