(eftir umdyst 3-3) (eftir brotssparkskapping 7-5)
Í kvøld er veitsla í Buenos Aires.
36 ár eftir at Maradona førdi Argentina heimsmeistaraheitið í 1986, megnaði Lionel Messi endiliga at vinna heimsmeistaraheitið heim til Argentina, og heimsins kendasta steyp tryggjar honum, at nú kann hann síðustillast við teir stóru, Pelé og Maradona.
Um dystin kann sigast, at hetta uttan iva var besta HM-finalan í langar tíðir, og samstundis var hetta finalan, har heimsins besti seinastu 15 árini, Lionel Messi, vann á einum góðum boði upp á heimsins komandi 15 árini, Kylian Mbappe.
Argentina og Messi vóru nógv best í fyrra hálvleiki, og førdu uppiborið 2-0 í hálvleikinum. Messi skoraði upp á brotsspark, og hevði eisini sín stóra leiklut í framúrskarandi skjótálopinum, sum endaði við, at stórspælandi Angel de Maria skoraði.
Frakland og Mbappe komu betri við í seinna hálveiki, men tað sá einki út, tá ið dysturin bráddliga vaknaði. 80 minuttir vóru spældir, tá ið Mbappe sendi eitt brotsspark í málið, og minuttin eftir javnaði ungi franski úrmælingurin við einum frálíkum skoti eftir eina frálíka fríspæling.
Í umdystinum skoraðu bæði liðini, og sjálvandi vóru tað Messi og Mbappe, sum skoraðu, fyrst Messi við einum returi og so Mbappe við enn einum brotssparki.
Vanliga eru umdystir lítið áhugaverdir. Men henda finalan livdi heilt til tað seinasta, og bæði liðini høvdu seinastu løtuna møguleika at avgera finaluna.
Brotssparkskapping mátti til, og tá skoraði Argentina fýra ferðir og Frakland bara tvær ferðir.
Og so kundu Messi, liðfelagaðar og viðhaldsfók frøast, og heima í Buenos Aires gloymdu øll alt um búskaparkreppu og politiska kreppu. Í kvøld er kreppurakta tjóðin sameind og hátíðarheldur, at heimsins besti Messi er heimsmeistari.
-------------------------------
Hetta var HM-endaspælið, sum eingin vildi vita av, og fleiri lond hóttu við at boykotta, og í øðrum lagi, at mótmæla upp á ymiskar mátar.
Endin var tó, at øll londini vóru við, og eftir nógvar dystir í ein mánað, møttust Argentina og Frakland í finaluni. Og her drógu Messi og Argentina uppiborið longra stráið.
Hetta var HM-endaspælið, sum eingin vildi vita av, og fleiri lond hóttu við at boykotta, og í øðrum lagi, at mótmæla upp á ymiskar mátar.
Endin var tó, at øll londini vóru við, og eftir nógvar dystir í ein mánað, møttust Argentina og Frakland í finaluni. Og her drógu Messi og Argentina uppiborið longra stráið.
Hjartaliga til lukku við heimsmeistaraheitinum Messi og Argentina.