Skála argaði HB ein hálvleik


HB – Skála 3-0 (0-0)
Oddaliðið HB gjørdi skjótt av, tá ið teir komu inn aftur á vøllin í seinna hálvleiki móti Skála, og upp á 22 minuttir skoraði HB trý mál, støðan var 3-0, og dysturin var avgjørdur.

Pætur Petersen, sum í steðginum varð skiftur inn fyri skadda Heðin Hansen, skallaði eitt innlegg í málið fimm minuttir eftir steðgin. René Shaki Joensen økti, tá ið eitt korter var spælt eftir góða fríspæling frá Hera Hjalt Mohr, og tá ið 67 minuttir vóru spældir, setti Øssur Dalbúð eitt brotsspark í málið til 3-0.

Skála megnaði annars heilt væl at standa móti HB allan fyrra hálvleik, og hóast HB hevði bóltin so at siga alla tíðina, so megnaðu teir ikki at spæla seg til nakran veruligan møguleika fyri steðgin. Tað varð bara til nøkur hálvforkølað langskot, sum ikki voldu Bárði á Reynatrøð í málinum hjá Skála nakrar stórvegis trupulleikar.

Hóast HB hevði bóltin frá byrjan til enda, so so út til at HB spardi eitt sindur av megi til stórdystin móti KÍ, sum verður í Gundadali mikukvøldið. Sæð burtur frá løtuni beint eftir steðgin, sóu vit ongantíð tað sera ágangandi trýstspælið hjá HB langt frammi á vøllinum.

Dysturin vísti enn einaferð, hvussu stórur munurin er á oddaliðunum og botnliðunum. Skála hevði als onga atsókn móti HB-málinum, onkur einstakur deyðbóltur varð sendur inn í brotsteigin, men tað var so tað.

Hjá Skála kemur tað eisini illa við, at Teitur Poulsen í seinna hálvleiki breyt beinið í einari takkling Teitur og Mikkel Frankoch lupu báðir hart í eina takkling, og tað var beinan vegin greitt, at tað var álvarsligt hjá 19 ára gamla skálamanninum, sum løtu seinni var heintaður av sjúkrabili.

Mikukvøldið spæla bæði HB og Skála sera týðandi dystir. HB tekur móti KÍ í Gundadali, og Skála tekur móti TB í einum veruligum botndysti.

HB - Skála 3-0 (0-0)
1-0, 50. Pætur Petersen
2-0, 59 René Shaki Joensen
3-0, 67. Øssur Dalbúð