B36 – EB/Streymur 4-1 (2-0)
B36 vann 4-1 móti EB/Streymi. Grundarlagið undir sigrinum varð longu lagt eftir eitt kort, tá ið Sebastian Pingel legði heimaliðið framum, og fyri hálvleiki økti Michal Przybylski til 2-0.
Przybylski økti eisini til 3-0 fimm minuttir eftir steðgin. Símun Sólheim skapti eitt sindur av spenningi í dystin, tá ið hann minkaði til 3-1. Men nærri kom EB/Streymur ikki, og hjálpti heldur ikki, at málrevurin Arnbjørn Hansen kom á vøllin. Meinhard Olsen staðfesti sigurin, beint áðrenn vanliga leiktíðin var farin.
B36 er hart rakt av skaðum í miðverjuni fyri tíðina, og tí fekk Ragnar Samuelsen í dag møguleikan at royna seg. Men hann mátti eisini út við skaða, so nú hevur B36 tríggjar skaddar miðverjar, Sonna Ragnar Nattestad, Erling Dávidsson og Ragnar Samuelsen. So Jákup á Borg, venjari má framhaldandi royna seg við nýggjari miðverju. Væntað verður, at B36 heintar Bjarna Petersen heim frá EB/Streymi, tá ið flytingarvindeygað letur upp aftur tann 15. juni, og so kann hann longu spæla í sera týðandi dystinum móti NSÍ týskvøldið 16 juni.
NSÍ – AB 3-0 (2-0)
NSÍ vinnur altíð móti botn-5-liðunum, og heldur ikki í kvøld høvdu teir nakran sum helst trupulleika av at vinna móti AB. Tað vóru bert spældir 23 minuttir, tá ið støðan var 2-0, Klæmint Olsen og Bárður Hansen skoraðu málini. Seint í dystinum staðfesti Petur Knudsen 3-0 sigurin.
NSÍ nýtti í kvøld høvið at spara nakrar leikarar undan dystinum móti B36 týskvøldið. M.a. vóru málverjin Tórður Thomsen og miðverjin Jákup Jacobsen ikki við.
Tríggir dystir verða í morgin:
Kl. 14.00 TB – ÍF
Kl. 17.00 HB – Skála
Kl. 19.00 KÍ - Víkingur
Støðan í Betri Deildini hjá monnum á Faroe Soccer