KÍ – Víkingur 4-1 (2-1)
Í kvøld vann KÍ 4-1 móti Víkingi, sum fyribils er úti úr oddastríðnum. Tað var ikki uttan umstríddar støður, at KÍ vann. KÍ legði seg fram um við brotssparki, sum sjálvt teir “bláastu” klaksvíkingarnir høvdu ilt við at fáa eyga á, og tá ið KÍ legði seg fram um 2-1 eftir fríspark, sum mest av øllum sá út sum, at Midtskogen filmaði seg til eitt fríspark. Víkingarnir vóru eisini rasandi eftir dystin, og á FM1 legði tann altíð opinskáraði Atli Gregersen ikki fingrarnar í millum.
KÍ var annars betra liðið við Dýpumýrar, og sum so var sigurin uppiborin. Jóannes Bjartalíð setti brotssparkið í málið, áðrenn Víkingur javnaði við einum skoti frá Boga Reinert Petersen, sum umvegis fótin á Lukasz Cieslewicz endaði í KÍ-málinum. Fyri hálvleik skallaði Oddmar Færø áður nevnda umstrídda fríspark í málið, og í seinna hálvleiki skoraðu Jóannes Danielsen og Alessio Hyseni.
TB – ÍF 0-0 (0-0)
Hóast TB leikliga hevur verið væl við fleiri dystir í ár, so hevur úrtøkan í stigum ikki samsvara góða spælinum. Soleiðis var aftur í dag, tá ið TB leikliga var omaná móti ÍF við Stórá í Trongisvági. TB hevði eisini flestar møguleikar í dystinum, men inn vildi bólturin ikki.
Ítróttur og rørsla hevur skrivað um hinar dystirnar í 7. umfari her:
Skála argaði HB ein hálvleik
NSÍ og B36 lætt spæl móti AB og EB/Streymi
Nógvir spennandi dystir mitt í viku
8. umfar verður spælt týsdagin og mikudagin, og talan er veruliga um eitt spennandi umfar. Oddaliðið HB tekur móti føroyameistarunum úr KÍ, sum eru nummar trý, fimm stig aftanfyri HB. NSÍ á øðrum plássi vitjar B36 á fjórða plássi. Víkingur og ÍF spæla í Gøtu, bert eitt stig skilir grannaliðini mitt á stigatalvuni. Í veruliga botnstríðnum hittast Skála og TB á Skála, og AB og EB/Streymur á Argjum.
Stigatalvan:
FcTables.com