Ofta er lætt at gita úrslitini av dystinum Betri Deildini hjá monnum. Eitt topp-5-lið móti einum botn-5-liðið, og tú kanst vera vísur í at topp-5-liðið vinnur.
Soleiðis er ikki hetta umfarið. Tað er veruligur spenningur um úrslitið í hvørjum dysti. Allir dystirnir eru sokallaðir 6-stigs-dystir, og mótstøðuliðini kappast beinleiðis móti hvørjum øðrum, hvar tey enda á stigatalvuni.
Dystirnir eru hesir:
Týsdag 16. juni
kl. 18:00 AB - EB/Streymur
kl. 19:00 B36 - NSÍ
Mikudag 17.juni
kl. 19:00 Víkingur - ÍF
kl. 18:00 Skála - TB
kl. 19:00 HB - KÍ
AB – EB/Streymur
Argjamenn hava veruliga brúk fyri stigum, eftir bert at hava fingið tveir javnleikir til høldar higartil. Og tað er í dystum sum hesum móti hinum liðunum í niðaru hálvu at AB skal vinna sínar dystir.
EB/Streymur kann væl liva við einum javnleiki, tí so halda teir EB/Streym fýra stig aftanfyri seg.
B36 – NSÍ
Bæði liðini hava brúk fyri at vinna, um tey ætla sær at nærkast ella fylgja við oddaliðnum HB. Heimaliðið B36 hevur verið heldur trilvandi seinastu dystirnar, og í verjupartinum hava teir verið hart raktir av skaðum. NSÍ hevur hinvegin verið vælkoyrandi, og hava ikki tapt fýra teir seinastu dystirnar. NSÍ hevur tó ikki vunnið móti nøkrum av hinum liðunum í ovara hálvu á stigatalvuni, so teir gulu av Skálafjørðinum hava okkurt at prógv.
Víkingur – ÍF
ÍF hevur staðið seg so mikið væl higartil, at teir fyribils hava fingið nokk av stigum at vera leysir av botninum. Fuglfirðingar eru bara eitt stig aftanfyri Víking, og tí er veruligur spenningur í grannadystinum. Víkingur hevur higartil staðið seg væl móti topp-5 liðunum, men móti “veikaru” liðunum hava teir mist fleiri stig, og tí gongdini, ætla víkingar heilt víst at venda móti ÍF.
Skála - TB
Bæði liðini hava framvegis ikki vunnið nakran dyst í ár. Um Skála ætlar sær longri upp á stigatalvuna skulu teir helst vinna móti TB á heimavølli. TB hevur higartil spælt væl flestu dystir, og teir hava givið fleiri av oddaliðunum harða mótstøðu á heimavølli. Men higartil hava úrslitini verið vánalig.
HB – KÍ
Føroyameistararnir KÍ mugu fyri alt í verðini ikki tapa hendan dystin móti HB, tí so verður frástøðan upp til HB so stór, at tað kann gerast torført at fáa oddaliðið aftur. Megnar KÍ hinvegin at vinna, so er veruligur spenningur aftur í oddinum. HB heldur helst fram at spæla sítt sera ágangandi trýstspæl langt frammi á vøllinum. So er bara spurningurin, um tað riggar móti sera sterka liðinum hjá KÍ.