Føroyar í bólki við Kekkia, Russlandi og Ukreina


Lutakastið til EM-undanbólkarnir í manshondbólti 2022 hevur verið í dag. 

Føroyar komu í bólk 3 saman við teimum trimum eysturevropeisku londunum Kekkia, Russlandi og Ukreina. 

Fyrstu dystirnir í bólkaspælinum verða spældir í novembur í ár, og seinastu dystirnir eru í mei 2021.

Nummar 1 og 2 í hvørjum bólki koma víðari saman við fýra teimum bestu 3-arunum.

Enn er ógreitt, um Føroyar sleppa at spæla dystirnar á heimavølli. Til HM-endankappingina seinast, mátti Føroyar spæla heimadystirnar í Danmark, tí eingin leikvøllur í Føroyum kundi góðkennast at spæla í.

Sjálvt EM-endaspælið verður í Ungarn og Slovakia í januar 2022.

Lutakastið lagaði seg soleiðis, at EM-undanbólkarnir eru hesir:

Hondbóltssambandi skrivar soleiðis á Facebook: