B36 kendi ikki sína vitjanartíð, tí hóast teir vóru so nógv betri enn NSÍ og høvdu allar møguleikar at avgera dystin, so eydnaðist NSÍ at fara avstað við tí eina stiginum.
66 minuttir vóru farnir, tá ið bólturin endaði hjá einum púra leysum Petur Knudsen, sum sá út til at vera rangstaddur. Men flaggið kom ikki upp, og so hevði Petur Knudsen góða tíð at seta bóltin í málið.
Og hóast B36 eisini var nógv betra liðið restina av dystinum, so eydnaðist NSÍ at koyra javnleikin heim við aftur til Runavíkar.
Annars stóð B36 á tí mesta, og longu áðrenn dysturin veruliga var byrjaður, skoraði B36. Árni Frederiksberg sendi eitt fríspark úr 25 metrum beint á tvørstongina og haðani støk bólturin út til Sebastian Pingel, sum skallaði bóltin í tóma málið. Jú, danski áleyparin hevur verið sera væl fyri, síðan hann koma aftur til B36 í summar eftir at hava verið nøkur ár í HB.
NSÍ royndi at svara aftur, men tað hekk lítið saman hjá NSÍ, og í veruleikanum hóttu teir ikki B36-málið eina einastu ferð allan fyrra hálvleik.
Hinvegin so kundi B36 saktans ført við fleiri málum. Tað var sum um, hvørja ferð B36 kom fram við trýstinum, sum NSÍ legði langt frammi á vøllinum, so var víðopið hjá B36 at fara fram eftir vøllinum. Tað hevði fleiri góðar møguleikar við sær, og m.a. hevði Pingel tríggjar góðar møguleikar.
Eisini hevði B36 eitt tørn, har teir nærmast hersettu brotsteigin hjá NSÍ, og hesa løtuni legði B36 fleiri bóltar inn fyri og sendi fleiri skot móti málinum. Men NSÍ-verjan ella Tórður Thomsen í NSÍ-málinum kom fyri hvørja ferðir.
NSÍ fekk als einki at hanga saman, og m.a. gekst sera illa at halda upp á bóltin. Hetta gjørdi, at venjarin hjá NSÍ valdi at gera eina taktiska broyting beint fyri steðgin. Aron Knudsen kom inn fyri Búa Egilsson, sum týðiliga og væl skiljandi var so ónøgdur, at hann fekk sær eitt gult kort á veg av vøllinum.
B36 hevði eisini fleiri góðar møguleikar beinanvegin í seinna hálvleiki, skot vórðu blokerað, og Pingel rakti tvørtræið, tá ið elegant lyfti bóltin upp um Tórður Thomsen. Tá ið so Pingel einaferð fekk bóltin í málið, so veittraði linjudómarin við flagginum.
Álopið eftir javnaði NSÍ, og síðan helt B36 fram við at skapa eina rúgvu av møguleikum. Men onkursvegna so kláraði NSÍ at forða bóltinum at fara í málið, og teir gulu úr Runavík skulu vera sera glaðir fyri tað eina stigið, tí tað høvdu teir ikki uppiborið.
Hóast teir í B36 vóru rættiliga ónøgdir við nakrar dómaraavgerðir móti endanum av dystinum, so kunnu teir mest vera ónøgdir við seg sjálvar, at eingin teirra megnaði at fáa bóltin í netið. Tað man vera nær við, at allar B36-ararnir høvdu onkran møguleika, teir kundu iðra seg.
Stóri sigursharri í hesum dystinum eru hini oddaliðini HB og KÍ sum bresta saman í Gundadali kl. 19.00 í morgin.
B36 - NSÍ 1-0 (1-1)
1-0, 3. Sebastian Pingel