Undan dystinum varð nógv tosað um dystin í dystinum millum tann unga
miðvøllin hjá NSÍ og tann roynda miðvøllin hjá Víkingi.
Og serliga í fyrra hálvleiki vístu royndu miðvallarleikararnir hjá Víkingi við Sølva Vatnhamar á odda, at ungu menninir uttan av Skálafjørðinum hava okkurt at læra enn. Víkingur hevði leikliga yvirvág so at siga allan hálvleikin, og komu eisini til nakrar møguleikar.
Víkingur kom eisini fram um, tá ið Ari Olsen, sum kom av Skála til Víking undan hesum kappingarárinum, sendi eitt rimmar langskot úr eini 25 metrar fjarstøðu upp í málhornið. Eitt frálíkt mál.
NSÍ fekk sín møguleika at javna. Men Petur Knudsen sendi brotssparkið upp um málið.
Eitt korter inn í seinna hálvleik fekk hin Knudsen-beiggin, Aron, sítt annað gula kort, og so skuldi mótbrekkan hjá NSÍ undir vanligum umstøðum verði upp aftur brattari. Men so var ikki.
Salmundur Bech varð sendur á vøllin fyri NSÍ, og hann varð beinanvegin sjónligur í spælinum, og í staðin fyri at fella í fátt av reyða kortinum, so vaknaði NSÍ nú veruliga.
Seinasti hálvi tímin av dystinum var góð reklama fyri føroyskan fótbóltin, og spælið bylgaði aftur og fram, men nú við NSÍ við yvirlutan.
Fleiri mál komu tó ikki, hóast serliga NSÍ hevði nakar sera góðar støður í brotsteiginum.
Víkingur fór við sigrinum fram um NSÍ á stigatalvuni, og víkingarnir vístu, at teir ætla at vera við í stríðnum um tey evropeisku plássini.
Hóast sigurin hjá Víkingi var óuppiborin, so vísti NSÍ seinasta hálva tíman, at teir klára at spæla upp við hini topp-liðini. Og hvør veit, um ikki Salmundur Bech far størri leiklut hjá NSÍ nakað skjótt.
Betri Deildin Menn í Sarpugerði í Gøtu, 22. mei 2020, kl. 19.00
Víkingur – NSÍ 1-0 (1-0)1-0: 18. Ari Olsen
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Elias Lervig – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz (86. Ingi Jonhardsson), Sølvi Vatnhamar (88. Arnbjørn Svensson), Jákup Johansen (69. Andreas Lava Olsen) – Finnur Justinussen
Á beinkinum: Sonni Højgaard, Bergur Gregersen, Hans Jákup Lervig, Noah Mneney
Venjari: Eyðun Klakstein
Gult kort: 23. Jákup Johansen, 42. Atli Gregersen, 71. Elias Lervig
NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (78. Búi Egilsson), Jann S. Benjaminsen (64. Salmundur Bech) – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Karstin Hansen, Harald R. Højgaard, Jann Martin Mortensen, Pætur Hentze, Pætur T. Skipanes
Venjari: Glenn Ståhl
Gult kort: 14. Bárður J. Hansen, 47. Aron Knudsen, 54. Oddur Á. Højgaard, 89. Petur Knudsen
Reytt kort: 61. Aron Knudsen, 2 gul