B36 einsamalt fremst

B36 og KÍ gjørdu sína skyldu, og vunnu dagsins dystir greitt. Í Streymnesi vann heimaliðið trý týdningarmikil stig í stríðnum millum botn-5, tá ið teir vunnu á TB.

B36 er eftir dagsins dystir fremst í Betri Deildini við fullum stigatalið, men longu í morgin kann HB koma ájavnt við B36, um teir vinna móti AB á Argjum.

B36 – Skála 6-2 (4-1)
Skála gav B36 ein lítlan hvøkk, tá ið Jan Ingason Hansen eftir eitt korter heilt óvæntað legði gestirnar framum móti, tí sum meira og meira líkist besta boðnum at vinna meistaraheitið. Men longu tá ið farið varð til hálvleiks var B36 bæði komið aftur í aftur og hevði avgjørt dystin. 4-1 var støðan í hálvleikinum. Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Sebastian Pingel og Alex Mellemgaard skutu málini.

Í seinna hálvleiki øktu Meinhard Olsen um leiðsluna hjá B36. Niels Pauli Danielsen minkaði um munin, áðrenn Ragnar Samuelsen staðfesti 6-2 sigurin hjá B36.

ÍF – KÍ 1-4 (1-2)
ÍF var væl við í dystinum móti KÍ. Tað eydnaðist eisini nýggja stórskjúttanum hjá ÍF, Uros Stojanov, at javna til 1-1, tá ið hann skoraði triðja dystin á rað.

Men føroyameistararnir úr KÍ vóru ov sterkir. Jóannes Bjartalíð legði KÍ fram um miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og eftir at ÍF javnaði, legði Jákup B. Andreasen beint fyri hálvleik KÍ fram um 2-1.

ÍF var við í dystinum til Jóannes Bjartalíð við brotssparki legði KÍ fram um 13 minuttir fyri tíð. Páll Klettskarð skoraði seinasta málið hjá KÍ til endaliga úrslitið 4-1.

EB/Streymur – TB 2-0 (2-0)
Hetta var tann dysturin, har mest spenningur var um úrslitið, áðrenn dystirnar í dag. TB var mett at vera ein lítil favorittur.

Men sundalagsmenn vildu tað øðrvísi, og við tveimum málum beint fyri hálvleiki syrgdu Gutti Dahl Olsen og Niklas Kruse fyri, at EB/Streymur skoraði síni fyrstu mál í ár og fingu síni fyrstu stig í ár. TB hevur framvegis einki stig fingið higartil