Venja aftur í Premier League – Seks positivar koronaroyndir

Í gjár avgjørdu feløgini í Premier League á netfundi, at venjingar við í mesta lagi fimm spælarum kunnu takast upp aftur frá í dag av. Nøkur lið byrjaðu venjing í dag, meðan onnur fara at venja í morgin.

At venjingarnar byrja aftur nú, verður mett sum fyrsta stig fram í móti, at Premier League verður tikin upp aftur. Tað eru nýggju umfør eftir at spæla í bestu ensku deildini.


Ein annar liður, í at taka Premier League upp aftur, er, at spælarar, venjarar og onnur skulu kannast fyri korona.

Tær fyrstu 748 kanningarnar av leikarum úr 19 feløgum vóru tiknar í dag. Kanningarúrslitið frá einum felagi er ikki tøkt enn. Tað vísti, at seks fólk frá trimum feløgum hava korona. Burnley boðar í kvøld frá, at hjálparvenjarin Ian Woan er ein teirra, sum hevur korona.

Tað steðgar kortini ikki ætlanini at byrja Premier League aftur. Mannagongdin er tann, at tey við positivum kanningarúrsliti skulu í karantenu í sjey dagar, og so skulu tey kannast aftur. Allir leikarar, venjarar og onnur skulu eisini kannast við jøvnum millumbili hesa tíðina til Premier League byrjar aftur, og meðan kappingini verður spæld liðug.

Óttin fyri korona er stórur í Onglandi, og tað er upp til hvønn einstakan leikara, um hann vil byrja at venja aftur. Liðskiparin hjá Watford, Troy Deeney, hevur longu boðað frá, at hann ikki fer at venja aftur enn, tí hann óttast, at fimm ára gamli sonurin skal verða smittaður.

Enn er óvist, nær Premier League byrjar aftur. 12. juni hevur verið nevnt, men nú verður mett, at tað helst verður seinni, at bólturin aftur fer á rull í Onglandi.