B36 - AB 3-0 (3-0)
Onkur helt kanska undan dystinum, at AB kundi arga B36 á Tórsvølli í kvøld. Men so var ikki. B36 var so nógv betri enn AB, og dysturin var longu avgjørdur, áðrenn hann veruliga var byrjaður.
B36 spældi í kvøld fyrsta dystin við nýggja venjaranum, Dan Brimsvík. Hóast B36 var greiður favorittur, so vóru fleiri, sum mettu, at AB kundi býta frá sær á Tórsvølli, eftir at teir fyri fyrst bjargaðu sær undan niðurflyting við 4-0 sigri móti EB/Streymi í seinasta leikumfari í landskappingini.
Fjórðingsfinalan gjørdist kortini ongantíð spennandi. AB hevði gott nokk fyrsta álopið í dystinum, men so tók B36 yvir, og tá ið seks minuttir vóru spældir, var longu 2-0.
Fyrst varð Benjamin Petersen spældur leysur í høgru síðu, og hann legði inn fyri til Sebastian Pingel, sum fekk fótin á bóltin og skoraði.
Løtu seinni misti AB bóltin á egnari hálvu, og so gekk skjótt fyri seg, og endin var, at Michal Przybylski inni í brotsteiginum nakað til vinstru fyri málið tók eitt trekk til høgru og við høgra beininum sendi bóltin inn við handaru stong.
So var alt avgjørt, og AB var ongantíð nær við at koma við í dystin aftur. Beint fyri hálvleik gjørdist 3-0, tá ið Andrass Johansen púra óvardur slapp at skalla eitt hornaspark í málið umvegis ein AB-ara, sum stríddist við at halda bóltin uttan fyri málstrikuna.
Í seinna hálvleiki koyrdi dysturin í tómgongd, og tað komu ikki fleiri mál í dystinum.
B36 skal leygardagin spæla móti Víkingi í hálvfinaluni, og tá fáa teir hvítu helt víst meira mótstøðu enn AB gav teimum í kvøld.
Fyri AB hevði hesin dysturin ikki tann stóra týdningin, tí leygardagin skulu teir spæla sera týðandi dystin móti B68, um hvør teirra skal spæla í Betri Deildini komandi kappingarár. Her er AB sjálvandi favorittur, men vit sóu í kvøld, at 07 Vestur mundi framt eina veruliga sensatión móti HB, so argjamenn mugu ikki taka nakað fyri givið.
B36 - AB 3-0 (3-0)
1-0, 3. Sebastian Pingel
2-0, 6. Michal Przybylski
3-0, 44. Andrass Johansen
Dysturin á dystir.fo