Víkingur - B36 2-1 (1-1)
B36 var undan hálvfinaluni móti Víkingi rímiliga greiður favorittur. Men tað var ikki til at síggja aftur á vøllinum, og Víkingur var sæð yvir allan dystin greitt tað betra liðið.
Kortini kom B36 fram um, tá ið Alex Mellemgaard setti eitt brotsspark í málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men Víkingur svaraði beinanvegin aftur, og tað var skálamaðurin Jákup Johansen, sum skoraði við einum skoti, ið fór millum vinir og fíggindar í málið.
Tá ið fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki metti dómarin, at Símun Rógvi Hansen fekk hendurnar á bóltin uttan fyri brotsteigin, og so var málverjin hjá B36 rikin av vølli.
Beint eftir útvísingina hevði B36 sína bestu løtu í dystinum, men sum frá leið var Víkingur aftur omaná, og tá ið 67 minuttir vóru spældir, skoraði hin skálamaðurin á liðinum, Ari Olsen, og 2-1 gjørdist endaliga úrslitið.
NSÍ - HB 1-3 (0-2)
HB var nógv betri enn NSÍ heilt frá fyrsta bríksli. NSÍ megnaði als ikki at spæla seg út úr høga trýstinum hjá HB, og longu tá ið átta minuttir vóru spældir kom HB fram um. Málið var eitt sindur heppið, tí frísparkið hjá Daniel Johansen rakti ein NSÍ-leikara og lumpaði Tórð Thomsen í málinum.
HB helt fram at hava yvirtakið, og beint fyri hálvleik gjørdi Adrian Justinussen tað til 2-0, tá ið Mathias Nygaard spældi hann leysan.
Í seinna hálvleiki helt HB fram at hava yvirvág í spælinum. Men við einum sera góðum máli setti Klæmint Olsen spenning í dystin. Petur Knudsen skallaði víðari, Klæmint Olsen lyfti bóltin upp um verjuleikaran og skeyt bóltin niður í jørðina og í ein bleytan boða upp upp Teit Gestsson í málinum.
HB helt fram at dominera, og tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir, varð dysturin endaliga avgjørdur. Aftur var tað tann sera arbeiðssami og altíð reikandi Mathias Nygaard, sum legði upp til málið. Hesaferð rak hann inn í brotsteigin høgrumegin málið, legði inn fyri, og har kom Daniel Johansen og setti “kalda” høgra beini á bóltin, og so var 3-1.
HB kann vinna greipuna
HB vann uppiborið og sera sannførandi móti NSÍ, og tað skal vera løgið, um ikki HB vinnur sjálva steypafinaluna móti Víkingi, og harvið eisini “greipuna”. HB hevur havt sera gott tak á Víkingi í ár, og vann allar tríggjar dystirnar við samlaðu málúrtøkuni 10-1.
Teir í Víkingi fara tó sjálvandi at gera alt í síni makt at steðga HB-maskinuni, og við sigrinum á B36 er sjálvsálitið sjálvandi gott. Men fyri at fáa eitt úrslit móti HB má alt rigga hjá Víkingi, og nú eftir hondini hampiliga unga liði má veruliga vísa, at dugur er í teimum.
Og so er tað tað sera løgna fyribrigdið, at allir klaksvíkingar fara at halda við HB. Annars sleppur teirra kæra KÍ ikki at spæla evropeiskan fótbólt komandi ár, og tað er sjálvandi ein lítil gøla fyri sera málrættaða felagið í Klaksvík.
Kappingin um Løgmanssteypið
Víkingur - B36 2-1 (1-1)
0-1, 22. Alex Mellemgaard (brotsspark)
1-1, 25. Jákup Johansen
2-1, 67. Ari Olsen
Dysturin á FaroeSoccer
NSÍ - HB 1-3 (0-2)
0-1, 8. Daniel Johansen
0-2, 45. Adrian Justinussen
1-2, 65. Klæmint Olsen
1-3, 81. Daniel Johansen
Dysturin á FaroeSoccer
0-1, 22. Alex Mellemgaard (brotsspark)
1-1, 25. Jákup Johansen
2-1, 67. Ari Olsen
Dysturin á FaroeSoccer
NSÍ - HB 1-3 (0-2)
0-1, 8. Daniel Johansen
0-2, 45. Adrian Justinussen
1-2, 65. Klæmint Olsen
1-3, 81. Daniel Johansen
Dysturin á FaroeSoccer