HB er greipuvinnari

Finalan um Løgmanssteypið 2020
Víkingur - HB 0-2 (0-1)

HB var greitt betra liðið í steypafinaluni móti Víkingi. Finalan var ikki serliga væl spæld, og eftir at HB kom fram um 2-0 var eingin serligur spenningur í dystinum. HB gav Víkingi nakrar rimmar jólagávur, men teir ljósabláu tóku ikki av, og so var HB uppiborið greipuvinnari. 

HB var undan finaluni rimmar favorittur, og HB lat í fyrra hálvleiki ongan iva vera um, at teir vóru betra liðið á vøllinum.

Viðhaldsfjøldin hjá Víkingi royndi at gera sítt, og yvirdoyvdi viðhaldsfólkini hjá HB. Men tað hjálpti lítið, tí HB var frá fyrsta bríksli betri enn Víkingur í øllum lutum. Dan í Soylu stýrdi álopsspælinum hjá HB meistaraliga, og eisini Heðin Hansen og Mathias Nygaard spældu ein góðan fyrra hálvleik.

Víkingur lá langt aftur á vøllinum og lat HB spæla, og tað tyktist eisini at rigga væl, tí at HB kom ikki fram til teir heilt stóru møguleikarnar. Spælið hjá HB gekk alt ov seint, og tað var rímiliga lætt hjá Víkingi at flyta verjuna við HB-spælinum.

Áhaldandi trýstið hjá HB gav úrslit í 24. minutti, tá ið bólturin endaði hjá Mikkel Dahl, sum skeyt eitt hálvgum vánaligt skot, sum hevði kós við síðuna av málinum, men umvegis Gunnar Vatnhamar endaði bólturin kortini í málinum, og tað var fult uppiborið.

Seinna part av fyrra hálvleiki tók HB seg eitt sindur longri aftur á vøllin, men tað tyktist sum Víkingur als ikki hevði hug at leypa á, og tað komu heldur ikki fleiri mál í fyri steðgin.

HB var noytt at gera tvær útskiftingar í hálvleikinum. Daniel Johansen fekk ein stoyt í høvdið tíðliga í fyrra hálvleiki, og Hilmar Leon Jakobsen fór haltandi av vøllinum. Inn komu Jógvan Rói Davidsen, sum spældi sín seinasta dyst fyri HB, og U21-landsliðsspælarin Mads Bo Mikkelsen.

Í seinna hálvleiki kom HB aftur longri fram á vøllin, og eftir tíggju minuttir varð dysturin í roynd og veru avgjørdur. Eitt áhaldandi HB-álop endaði við, at innskifti Mads Bo Mikkelsen skoraði við einum góðum skoti.

Nú var Víkingur noytt at koma longri fram, men kvaliteturin var sum heild vánaligur á spælinum hjá Víkingi. Kortini fekk HB sínar møguleikar at koma við í dystin aftur, tí HB gav teimum tveir rimmar møguleikar. Men Víkingur tók ikki av, tá ið Teitur meistaraliga bjargaði einum skoti frá Sølva Vatnhamar, eftir besta álopið hjá Víkingi í dystinum, so var eingin vegur aftur hjá Víkingi, og HB vann fult uppiborið greipuna í 2020.

Finalan um Løgmanssteypið 2020
Víkingur - HB 0-2 (0-1)
0-1, 24. Mikkel Dahl
0-2, 56. Mads Bo Mikkelsen