Tá ið aldarinnar leikari spældi móti VÍF

Nú Svøríki aftur er í einari finalu um heimsmeistaraheitið í hondbólti, leita tankarnir aftur til novembur í 1988, tá ið VÍF spældi tveir dystir í Evropa Cup móti svenska liðinum Redbergslid IK. 

Vestmenningar formáddu sær lítið móti svenska stórliðinum, sum hevði komandi aldarinnar leikara, Magnus Wislander á liðinum. Í mínum hugaheimi vóru hesir dystirnar onkursvegna byrjanin til stóran áhuga fyri svenska manslandsliðinum, sum øll 90-árini var heimsins besta landslið í hondbólti.

Jilsén og Wislander
Sum 14 ára gamal unglingi í Vestmanna vóru hetta góðar tíðir. Høllin í Vestmanna var einans tvey ára gomul, og tað merktist í allari bygdini, nú hesar svensku stjørnurnar vitjaðu bygdina. Björn Jilsén, sum hevði verið stóra stjørnan í svenskum hondbólti, var við. Men mest spennandi var at sleppa at síggja spældeilaran Magnus Wislander, sum var mettur at vera ein av mest lovandi hondbóltsleikarum í heiminum.

Undirhondsskot í heimsflokki
Sjálvandi var tað skuffandi, at VÍF tapti. Men Magnus Wislander skuffaði ikki. Hann vísti, at hann hevði framúr gott eyga fyri spælinum, og eftir í minninum stendur eisini eitt undirhondsskot, sum fór flúgvandi úr gólvhædd av høgra bakki úr høgru hond heilt upp í handara málhorn. Besta mál, sum var skotið í høllini í Vestmanna, og áskoðararnir í stúgvandi fullu høllini fagnaðu hesum fantastiska málinum við lógvabrestum.

Her eru nakrar greinir úr Sosialinum, um dystirnar millum VÍF og Redbergslid í 1988 
(funnar fram við tidarit.fo)


Slangan var fullkomin leikari
Eftir hetta gekst skjótt hjá Wislander og Svøríki. Svøríki gjørdist heimsmeistari í 1990 og Wislander varð valdur til heimsins besta leikara hetta árið. Eisini skifti hann til týska felagið THW Kiel, har hann spældi tey næstu tólv árini.

Wislander var ein fullkomin hondbóltsleikari, góður bæði í verju og álopi. Fyrstu árini var hann spældeilari. Umframt óvanliga gott eyga fyri spælinum og sera gott skot, dugdi hann at smeikja sær gjøgnum tey allar minstu holini í verjuni, og tí fekk hann eyknevnið slangan.

Seinni í 90-árunum fór hann inn á strikuna at spæla, og hann kláraði at fanga teir mest ómøguligu bóltarnar, og tað sá næstan út til, at hann kláraði at súgva bóltarnar til sín.


Svøríki best í 90-árunum
Svøríki var heimsins besta manslandslið í 90-árunum. Umframt Wislander minnast vit, sum eru nóg gomul, millum aðrar síðhærda høgra bakkin, Staffan Olsson, krútsterka strikuleikaran, Per Carlén, litríka málverjan, Mats Olsson, kvika spældeilaran, Magnus Andersson og 166 cm høga Ljubomir Vranjes, sum í dag er venjari hjá slovenska landsliðinum.

Svøríki vann 14 heiðursmerki frá 1990 til 2002. Tvey heimsmeistaraheiti - í 1990 og 1999. Fýra evropameistaraheiti - í 1994, 1998, 2000 og 2002. 

Olympiska gullmerkið var tað einasta, sum manglaði hjá svenska gullliðinum, og tríggjar ferðir tapti Svøríki olympisku finaluna.


Aldarinnar hondbóltsleikari
Við sínum feløgum, Redbergslid og Kiel, vann Wislander ávikavist fimm og sjey meistaraheiti. Á landsliðinum skoraði hann 1185 mál í 384 landsdystum, og fyri síni feløg skoraði hann 2303 mál í 612 dystum. Í 2000 valdi altjóða hondbóltssamgongan, IHF, Magnus Wislander til aldarinnar hondbóltsleikara.

Wislander var hjálparvenjari og venjari í Redbergslid frá 2002 til í fjør. Hann spældi sín seinasta dyst, tá ið hann sum 47 ára gamal í 2011 skifti seg sjálvan inn í dysti fyri Redbergslid. Hann spældi seks minuttir og skoraði eitt mál.

Svøríki við aftur heilt frammi
Eftir fleiri minni góð ár er Svøríki nú við aftur millum fremstu hondbóltstjóðir. Í 2018 tapti Svøríki EM-finaluna fyri Spania, eftir at hava vunnið á Danmark í hálvfinaluni. Í dag kl. 16.30 møtast júst hesar norðurlendsku brøðratjóðirnar í finaluni um heimsmeistaraheitið í Egyptalandi.


Her er eitt filmsbrot við Magnus Wislander:

Heimildarfilmur um svenska landsliðið: