HB vann fyrsta “Topp 5-dystin”


Betri Deildin hjá monnum
HB - NSÍ 5-2 (2-1)

Gott at vera til fótbólt aftur. HB spældi móti NSÍ á Tórsvølli, og føroyameistararnir vóru favorittar móti silvurvinnarunum frá í fjør.

Máltalvan segði 5-2 til HB, tá ið dysturin var liðugur, men tað ber væl til at siga, at úrslitið lýgur. Tí var tað ikki fyri Føroya besta málverja, Teit Gestsson, so kundi NSÍ lættliga verið framman fyri í hálvleikinum. NSÍ manglaði í øllum førum ikki møguleikar.

Nógvir áskoðarar vóru á Tórsvølli, dysturin var undirhaldandi, og verjurnar báðar vóru sjáldan í javnvág. NSÍ lá langt frammi á vøllinum, og nærum hvørja ferð HB sendi ein langan bólt fram um trýstið hjá NSÍ, var vandi ár ferð. Og í hinum endanum var vinstra síða í HB-verjuni víðopin, tí Daniel Johansen tyktist heldur at spæla vinstri áleypari enn vinstri bakkur.

HB kom fram um 2-0. Bólturin var fyrst væl spældur upp í vinstru síðu, og inni fyri málið skumpaði Hilmar Leon bóltin inn um málstrikuna. Løtu seinni hamraði Bartal Wardum bóltin í málið, tá ið bólturin støkk leysur eftir eitt hornaspark.

Heri Mohr hjá HB helt fram við góðu taktunum frá í fjør, og hann hevði so gott tamarhald á ársins leikari frá í fjør, Peturi Knudsen, at hesin mátti skifta yvir í høgru síðu. Har gjørdi Petur sær dælt av góða plássinum, og hann minkaði til 2-1 við einum hørðum skoti inn við nærmastu stong.

NSÍ var omaná stóran part av fyrra hálvleiki, bæði leikliga og í møguleikum. Venjarin hjá HB rópti á sínar leikarar at spæla bóltin fram, men tað riggaði illa, tí NSÍ vann slagið um miðvøllin. M.a. vísti Tróndur Jensen HB, hvussu góðan leikara teir hava mist. Á tí stóra Tórsvølli hugnaði Tróndur sær veruliga á miðjuni og stýrdi væl spælinum hjá NSÍ.

Í seinna hálvleiki fekk HB stýr á verjupartin. Daniel Johansen lá nógv longri afturi á vøllinum, og tað var nógv longri millum málmøguleikarnar hjá NSÍ.

HB kom hinvegin í góðar støður, nærum hvørja ferð teir koma fram við trýstinum hjá NSÍ. Dan í Soylu endaði eitt frálíka væl spælt álop, tá ið hann eftir bandaspæl við Adrian í høgru síðu skoraði við einum fløtum vinstrabeinsskoti. Og Adrian sjálvur gjørdi tað til 4-1, tá ið hann í eini kontrastøðu fyri fyrstu ferð í dystinum slapp at skjóta við høgra beini.

HB hevði fult tamarhald í seinna hálvleiki. Men tá ið Steffan Radosavljevic misti ein bólt framman fyri egnan brotsteig, var Klæmint Olsen eirindaleysur, og sendi eitt frálíkt langskot í málið.

Dysturin livdi, men nærri kom NSÍ ikki. Og verri fyri NSÍ var, at Petur Knudsen býttisliga fekk sítt seinna gula kort, tá ið hann høgdi beinini undan Hera Mohr.

Í yvirtíðini skallaði Dan í Soylu bóltin í málið til 5-2, og HB vann innanhýsis dystin millum tvey “topp 5 lið” hetta kappingarárið.


Betri Deildin hjá monnum
HB - NSÍ 5-2 (2-1)

1-0, 7. Hilmar Leon Jakobsen
2-0, 22. Bartal Wardum
2-1, 32. Petur Knudsen
3-1, 56. Dan í Soylu
4-1, 63.Adrian Justinussen
4-2, 74. Klæmint Olsen
5-2, 90+4. Dan í Soylu