Gandurin hjá Eliasi var ikki nokk

EM-undandystur hjá monnum: Føroyar – Ukreina 25-26 (11-16)

Føroysku hondbóltsmenninir vóru enn einaferð akkurát ov stuttir av vinna ein undandyst. Ein vánalig løtu í fyrra hálvleiki kostaði sigurin, og so hjálpti ikki, at úrmælingurin, Elias á Skipagøtu kom á vøllin og veruliga vísti hondbóltsgand á hægsta altjóða stigi.

Hetta var hondbóltsdysturin, sum Hondbóltsføroyar hava bíðað leingi eftir. Fyrsti undandysturin hjá landsliðnum í Føroyum í nøkur ár, og ikki minst fyrsti landsdysturin hjá mest lovandi føroyska hondbóltsleikaranum nakrantíð, 18 ára gamla Elisasi á Skipagøtu. Og lat tað vera sagt beinanvegin, at Elias skuffaði ikki. Hann kom, hann sá og hann næstan sigraði.

Tað sá einki út hjá Føroyum, tá ið Elias kom á vøllin seint í fyrra hálvleiki. Tað sá eisini út til, at vónirnar kanska vóru ov stórar til Elias, tí fyrstu royndirnar bóru brá av, at hann vildi ov nógv. Men soleiðis er Elias. Hann helt fram at vilja nógv í seinna hálvleiki, nú riggaði, og soleiðis hava vit ikki sæð ein føroyskan hondbóltslandsliðsleikara spæla fyrr. Fima og skjóta fótskiftið voldi ukraeinum høvuðbrýggj, og tá ið teir so kláraðu at steðga Elias at sleppa í gjøgnum, sendi hann landskotini fram við oyruni á verjuleikarunum í málið, ella spælda aðrar leikarar fríðar. Eins sonn fragd at síggja, og tá ið Elias spældi Hákun West av Teigum leysan á veinginum, og hesin aftur spældi Elias til ein flúgvara var leikurin fullkomin.

Føroyar bardi seg heilt upp móti Ukreina, og í seinasta álopi kunnu okkara menn javna. Øll væntaðu at spælt varð upp til Elias at bjóða av, men í staðin endaði álopið við at Jónas Djurhuus skjeyt úr ikki serliga góðari støðu, og varð so var tað aftur hesa ferð bara nær við og næstan.

Føroyar byrjaðu dystin væl, men ein long vánalig løta í fyrra hálvleiki kostaði sigurin. Okkara venjarar bíðaðu ov leingi við at taka timeout, og tá ið teir einaferð gjørdu tað tyktist tað at verða ov seint.

Aðrir enn Elias spældu eisini ein góðan dyst. Hákun av West av Teigum, sum eins og Elias er ein úr 2002-árganginum, hevur eftir tríggjar landsdystir gjørt plássið á høgra vongi til sítt. Hákun vísti aftur í dag altjóða stig bæði í skotum og skjótálopum. Eisini á hinum veinginum spældi Rói Berg Hansen ein sera góðan dysti.

Verjan við Róki Akralíð á odda var eisini sera góð langar løtur í seinna hálvleiki, og málverjarnir Tórður Guttesen og Nicholas Satchwell skiftust um at standa væl.

Á minni góðu síðuni brendu okkara menn enn einaferð alt ov nógv brotskøst, og tað má finnast ein loysn upp á tann trupulleikan sum skjótast.

Enn einaferð rakk tað ikki, og honsbóltslandsliðið má nú ansa eftir ikki at enda í somu støðu sum fótbóltslandslið, at teir eftir nærum hvønn dyst fegnast um eitt gott avrik, sum ikki gav nakað stig. Tað er ikki vegurin fram.

Hæddarpunkt frá dystinum á Facebook-vanganum hjá Hondbóltssambandinum: