Treystir víkingar bastu meistarunum

Betri Deildin hjá monnum: Víkingur - HB 2-1 (0-0)
Frøin var stór á heimaviðhaldsfólkunum, eftir at Víkingur hevði vent hóttandi tapið móti HB til sigurs. Í HB mugu tey eftir fyrstu umførini sanna, at tað er torført at vera meistaralið.

Tá ið Michal Przybylski legði HB fram um miðskeiðis í seinna hálvleik, mundu tey flestu vænta, at meistararnir fóru á koyra sigurin heim.

Men meistararnir spæla ikki sum meistarar fyri tíðina, og Víkingur gjørdi sær dælt av trilvandi spælinum hjá HB og vendi dystinum á høvdið við tveimum málum upp á fýra minuttir.

Fyrst var eitt fríspark sent inn fyri úr høgru síðu, og við handaru stong skallaði Arnbjørn Svensson bóltin tvørtur um málið, og har beindi Jákup Johansen bóltin í málið.

Síðan var Lava-maðurin upp á spæl. Aftur var Arnbjørn við í málinum, tá ið hann sendi ein bólt fram eftir, og endin var, at Hørður Askham í nærdysti við Andreas Lava Olsen, í staðin fyri at beina bóltin av vandaleið, skallaði hann ov stutt aftur til Teit Gestsson, og so var Lava fyrst á bóltinum og lyfti hann upp um Teit.

Víkingur helt uttan stórvegis trupulleikar sigurin heim, og vann ein dyst, har javnleikur helst hevði verið rættvísasta úrslitið.

HB hevði bóltin mest meginpartin av dystinum. Men tað var ov lítil ferð og ov lítið hugflog yvir spælinum hjá HB, og tí var rímiliga lætt hjá Víkingi at verja fyri.

Í HB álopinum hevur Mikel Dahl als ikki funnið á rætta lagið í ár, og Hilmar Leon fær ikki mest burtur úr sínum evnum heilt úti í síðuni.

Og so tyktust nógvir HB-arar at hava ein ringan dag. Heri Mohr mann ikki hava spælt so illa, síðan hann spældi seg inn á liðið í fjør, og eisini vanliga sera bólttryggir leikarar sum Adrian og Dan høvdu trupult at fáa tamarhald á bóltinum í Sarpugerði.

Eftir tríggjar dystir er longu eitt ávíst trýst HB-venjaranum Jonas Dahl, og fær KÍ væntaðu trý stigini í Trongisvági í morgin, so kann dysturin hjá HB i komandi umfari í Klaksvík gerast eitt slag av lagnudysti, sum longu nærum kann punktera meistaravónirnar hjá HB.

Víkingur kann við sigrinum í kvøld trygt og róliga halda fram við at spæla ungar leikarar inn á liðið. Spælið er verjukent og ikki serliga áskoðaravinarligt. Men tað var soleiðis vit kendu Víking, tá ið teir vunnu meistaraheitið tvær ferðir fyri nøkrum árum síðan, so hesin spælimátin liggur akkurát sum í merginum hjá víkingunum.

Framvegis eru Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar sera týðandi og sjónligir menn á liðnum hjá Víkingi, men eisini menn sum Bergur Gregersen, Olaf Bárðarson og ikki minst Arnbjørn Svensson vóru sera raskir og sjónligir í kvøld.

Víkingar síggja út til at vera sera torførir at vinna móti. Við trimum vinardystum er hetta fjórðu ferð at Víkingur megnar at bremsa álopsmaskinuni hjá HB í ár. Spennandi hvat hetta kann verða til hjá Víkingi.

Betri Deildin hjá monnum
Víkingur - HB 2-1 (0-0)
1-0, 65. Michal Przybylski
1-1, 72. Jákup Johansen
2-1, 76, Andreas Lava Olsen