Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)
Talan var um ein sera vánaligan landsdyst á einum sera vánaligum vølli, tá ið Føroyar spældu í Moldova. Ein verjuvilla frá Sonna Ragnar Nattestad í fyrra hálvleik gav Moldova fyrimun. Í seinna hálvleiki var føroyska avrikið eitt sindur betri og innskifti Meinhard Olsen javnaði eftir eitt av teimum fáu góðu føroysku álopunum í dystinum.
Tíverri hevur føroyska landsliðið tað við at skuffa eitt sindur, tá ið vit vænta okkurt av teimum. Og leingi bendi á, at soleiðis fór eisini at vera í kvøld, nú vit mettu at vit høvdu ein møguleika at fáa stig móti Moldova.
Tað gekk snøgt sagt illa í fyrra hálvleiki, og tað sást at tað var sera torført at spæla bólt á vánaliga vøllinum í Chisinau í Moldova.
Oddmar Færø hevði longu verið nær við at gjørt eina stóra verjuvillu, tá ið Sonni Ragnar Nattestad í níggjunda minutti misti bóltin til Ion Nicolaescu. Í staðin fyri at royna at bjarga støðuni, stóð Sonni Ragnar stillur og hugdi, meðan Nicolaescu setti kós móti málinum. Oddmar royndi at bjarga støðuni, men tað eydnaðist áleyparanum at fáa bóltin í málið.
Restina av fyrra hálvleiki gekk einki hjá Føroyum, og tað sást ikki á monnum, at teir spældu ein landsdyst fyri móðurlandið.
Í seinna hálvleiki sá beinanvegin út til, at meira vilja var aftan fyri avrikið. Men framvegis var langt millum góðu álopini. Spælið gekk sera seint, og tað var sera lætt hjá Moldova at verja fyri.
Frægastu støðurnar hjá Føroyum vóru allur upp á deyðbóltar. Dómarin hevði sera lætt við at døma fríspark, tað funnu leikararnir út av, og tí høvdu vit nógvar góðar frísparksstøður, sum tíverri vóru alt ov illa gagnnýttar.
Tvær ferðir eydnaðist kortini at fáa meira ferð á samanspælið. Fyrst rak Sølvi seg leysan í høgru síðu, legði út til Brand, sum legði inn fyri. Við handaru stong beindi Klæmint bóltin tvørtur um málið, og har legði Sølvi aftur inn fyri málið, og tað var bara tilvild, at bólturin ikki endaði í málinum.
Seinnu ferðina Føroyar hevði eitt gott álop var, tá ið vit javnaðu. Brandur vann bóltin beint uttanfyri brotsteigin, spældi eitt tvey við Jóannes Bjartalíð, spældi víðari til Meinhard Olsen, sum tók eitt trekk út í vøllin, og sendi bóltin í málið umvegis ein moldaviskan fót.
Javnleikur var eitt góðkent úrslit, hóast avrikið var so sum so. Nú bíða tveir nógv torførari dystir móti Eysturríki sunnukvøldið og móti Skotlandi mikukvøldið.
HM-undandystur í bólki F
Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)
1-0, 9. Ion Nicolaescu
1-1, 83. Meinhard Olsen
Dysturin á fifa.com