VÍF sannførandi í FM-finaluna

FM-hálvfinala
Neistin - VÍF 23-28 (11-14)
Vestmenningar lótu als ongan iva vera um, at teir eiga eitt pláss í FM-finaluni í manshondbólti, tá ið teir eins og í fyrru hálvfinaluni vunnu seinnu hálvfinaluna sannførandi móti Neistanum.

Hóast sigurin hjá VÍF í høllini á Hálsi í kvøld var sannførandi, og var tað ikki so lætt hjá VÍF sum í fyrra dystinum, tá ið Neistan als onga mótstøða gav VÍF.

Í kvøld kom Neistin á vøllin, og teir stríddust heilt til nakrir fáir minuttir vóru eftir, at hanga í og fáa leiðsluna hjá VÍF aftur.

Bardust sum menn í verjuni

Men VÍF var nógv betri enn Neistin. Serliga vardi VÍF sera væl, eins og teir gjørdu fyrra dystin í Vestmanna. Verjan hjá VÍF hevur annars ikki verið nógv at reypa av í nøkur ár, og tí hava úrslitini eisini verið so sum so.

Hesar dystirnar móti Neistanum hevur verjan hjá VÍF ligið fløt, sera tætt inni á miðjuni, stoytt fram í frálíku skjúttarnar hjá Neistanum, og so hava vestmenningar barst í verjuni sum ikki sæð leingi. Sostatt mátti Neistin antin spæla veingirnar leysar ella skjóta úti frá,. Júst tað var akkurát nakað fyri Mladen Mjerimacka í málinum hjá VÍF, og serliga veingirnir hjá Neistanum máttu í kvøld sanna, at Mladen helst er besti málverji í landskappingini.

Í álopspartinum gekst ikki heilt so væl hjá VÍF í dag. Spælið var eitt sindur stirvið, og tann forskotni 1-arin í verjuni hjá Neistanum tyktist at órógva uppspælið til Filp Jojic nakað fyrstu løtuna. Hinvegin so syrgdu brøðurnir Sjúrður og Julian Olsen fyri, at VÍF fylgdi við Neistanum, og tá ið Filip so fekk gongd á um miðjan fyrra hálvleik, so steðgaði hann ikki aftur og skoraði eftir vild, tað í eftir var av fyrra hálvleiki.
 
Neistaspælið ov einfalt
Hóast VÍF hótti við at fara undan í fyrra hálvleiki, so vóru einans trý mál á muni í hálvleikinum. Eina løtu í seinna hálvleiki var nøkulunda stillstøða, og Neistin royndi alt teir kundu. Men tað riggaði bara ikki hjá Neistanum. Eingin leikari rakti dagin, og spælið var ov einfalt skipað runt um Rasmus Søby, sum als ikki fekk tað at rigga í dag, og var so frustreraður, at hann var nærri við at fáa reytt kort enn at ávirka úrslitið.

Sum seinni hálvleikur leið gjørdist alsamt meira greitt, at VÍF fór at vinna. Tá ið Sjúrður Olsen fór yvir á høgra vong, fór spælið hjá VÍF at flóta eitt sindur betri, og tað gjørdist akkurát sum lættari hjá VÍF at spæla uttan um forskotna 1-arin hjá Neistanum, sum alla tíðina lá yvir móti Filip.

Móti vinnaraliðnum H71 í finaluni
Endin var, at VÍF vann sannførandi 28-23-sigur á Neistanum, og vestmenningar fara við sjálvsáliti undir at spæla FM-finalurnar. Har møta teir H71, sum kanska ikki hevur heilt somu styrki sum undanfarin ár. Men H71 er eitt satt finalulið, og hoyvíkingarnir hava vunnið eitt hav av finalum seinastu mongu árini bæði í barna- og vaksnamannahondbólti. So tað verður uttan iva eitt satt finalubrak, tá ið menninir úr tveimum teimum størstu hondbóltsbygdunum í Føroyum, Vestmanna og Hoyvík, dystast í FM-finalunum komandi vikurnar.


Dómaraseðil