H71 og Sveinur svaraðu aftur

2. FM-finala í manshondbólti:
H71 - VÍF 26-26 (15-13), eftir longda leiktíð 30-30 (28-28), eftir brotskastskapping 34-33

Í fyrstu finaluni gjørdi H71 einki við VÍF, men í kvøld bjóðaðu hoyvíkingar vestmenningum av. Eftir satt drama, javnleik eftir vanliga- og longda leiktíð, avgjørdi dagsins maður hjá H71 Sveinur Olafsson dystin, og nú er alt opið í FM-finaluni hjá monnum.

Nógv høvdu helst væntað, at VÍF eisini fór at draga longra stráið í hesi næstu finaluni, og VÍF hevði eisini bæði í vanliga dystinum og umdystinum álopsstøður, har teir nærum kundu havt avgjørt dystin. Men vestmenningar hildu ikki høvdið kalt, og er tað nakar sum dugir at spæla spennandi finaludystir í føroyskum hondbólti, so er H71, sum seinnu árini hevur verið lokomotivið í føroyskum hondbólti.

Tí yvirlivdu hoyvíkingar bæði vanliga dystin og umdystin, og teir megnaðu eisini at koma aftur í aftur í brotskastskappingini eftir at hava verið teir fyrstu at brenna. Endin var, at 18 ára gamli Sveinur Olafsson ísakaldur setti seinasta brotskastið í málið, og so fyltist vøllurin við ungum kátum hoyvíkingum.

Hoyvíkingar hava seinnu árini fostra stjørnu eftir stjørnu í føroyskum hondbólti, og í hesum báðum FM-finalunum, hevur Sveinur Olafsson víst seg sum tann nýggja stjørnan, og hann hevur báðar dystirnar verið besti maður hjá H71.

Hjá VÍF er tað serliga ein sonn fragd at síggja Olsen brøðurnar, Julian og Sjúrður, synirnar hjá hondbóltslegenduni, Inga Olsen, spæla. Teir eru kvikir, róligur og altíð konsentreraðir, og í kvøld vóru teir bestu menn hjá VÍF

Triðja finalan verður í Vestmanna leygardagin kl. 16.00, og mikukvøldið møtast VÍF og H71 aftur í fjórðu finaluni. Spælt verður best av fimm finalum, og møguliga fimta finala verður í Vestmanna leygardagin 24. apríl.

Hetta brotið av seinasta brotskastinum hjá Sveini Olafsson er av síðuni hjá H71 á Facebook

Dómaraseðil