VÍF og Heini drógu longra stráið


3. FM finala í manshondbólti:
VÍF - H71 28-26 (15-17), í dystum 2-1 (spælt verður best av fimm)

Onnur FM-finalan var spæld í Vestmanna í frálíkum karmum. Litrík og deiliga larmandi viðhaldsfólk frá báðum feløgum vóru við til at gera hetta til eina frálíka og intensa løtu.

Eftir ein sera javnan dyst, har dysturin í seinna hálvleiki stóð og ivaðist, hvønn veg hann skuldi koppa, dró VÍF móti endanum longra stráið. Tað var ikki minst einum “nýggjum” manni fyri at takka. Heini á Heygum skoraði fýra mál í avgerandi løtuni í dystinum.



H71 best í fyrra hálvleiki

VÍF hevði verið heima og lisið upp á. Sveinur Olafsson, sum avgjørdi aðru finaluna, var væl vardur, og eftir at hann gjørdi ein álopsfeil tíðliga í dystinum, sást ikki nógv til hann stóran part av dystinum.

Hinvegin so lá væl fyri hjá stórskjúttanum Peter Krogh, og veingirnir báðir Janus Dam Djurhuus og Pætur Thomsen skoraðu eisini nærum hvørja ferð hjá Mladen Mjerimacka.

H71 var eisini undan allan fyrra hálvleik. Fingurin fór úr lið hjá stjørnuleikaranum hjá VÍF, Filipi Jojic, og hann mátti út eina løtu. Inn kom ungi Heini á Heygum, sum tolin hevur bíðað eftir veruliga møguleikanum í nøkur ár. Og júst sum tað í fyrra dystinum sá út til, at VÍF ikki kendi finturnar hjá Sveini Olafsson, so kendi H71 ikki hendan nýggja leikaran hjá VÍF, sum fekk stóra ávirkan á endaliga úrslitið á dystinum.



VÍF og Heini svaraðu aftur

H71 var tvey mál frammanfyri í hálvleikinum. Tað tók átta minuttir hjá VÍF at koma upp á javnt, og so fylgdust liðini í eitt korter og skiftust um at koma eitt mál fram um.

Hjá VÍF var Filip komin inn aftur, men tað var týðiligt, at hann ikki fekk skotið ordiliga. Í staðin átók hann sær leiklutin sum spælskipari, og tað klæddi honum væl. Okkurt málið skoraði Filip eisini, men tað var serliga Heini av Heygum, sum gekk á odda hjá VÍF at skora neyðugu málini hjá vestmenningum. Mladen bjargaði eisini nøkrum skotum á einum degi, har málverjarnir hjá hvørgum liðunum, høvdu sín besta dag, og onkursvegna kom VÍF fram um við tveimum málum, tá ið fimm minuttir vóru eftir.

So fór luftin akkurát sum úr ballónini hjá báðum liðum, Tað var einki eftir í tanganum eftir tríggjar strævnar og krevjandi dystir, har somu leikarar hava spælt nógvar minuttir.

VÍF helt munin vann 28-26. Frøin var øðilig í høllini í Vestmanna, og sirenur og lúðrar ýldu at fagna heimaliðnum.



Sirenur seta dagsskránna

VÍF førir 2-1 í dystum og kann vinna meistaraheitið í Hoyvík mikukvøldið. Men tað verður ikki lætt, tí nú fara hoyvíkingar heim at lesa upp á, hvussu teir millum annað skulu steðga Heina á Heygum.

At H71 dugir at spæla finalur hava teir eisini víst so ofta seinnu árini, so hetta verður spennandi.

Tað verður ein ordiligur dystur bæði á og ikki minst uttanfyri vøllin, har vestmenningar í hesari aðru finaluni veruliga komu aftur í aftur við larmandi hálvgomlum monnum í gulum troyggjum og stuttum buksum. Teir høvdu eins og ungu hoyvíksviðhaldsfólkini sirenur og lúðrar, sum larma nógv, og tykjast at provokera øll onnur í Hondbóltsføroyum enn tey, sum eru í finaluni.

Vit síggjast til dyst mikukvøldið, og tey sum ikki tola larm mugu bara halda seg við hús, og skrúva ljóðið á sjónvarpinum niður.

Dómaraseðil: