VÍF er føroyameistari


4. FM-finala í manshondbólti:
H71 - VÍF 24-34 (14-13), í dystum 1-3 (VÍF føroyameistari)

Eftir ein javnan fyrra hálvleik, har H71 lættliga kundi ført meira enn við einum máli, lat VÍF als ongan iva vera í seinna hálvleiki, og endin varð, at vestmenningar hølvaðu H71 av, og vunnu uppiborið føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í fimm ár.

VÍF toppaði rættstundis

Eftir fýra finalur er eingin ivi um, at vestmenningar áttu besta liðið í føroyskum manshondbólti hetta kappingarárið.

Menninir hjá VÍF toppaðu akkurát til røttu tíðina, sópaðu Neistan av vøllinum í hálvfinaluni, og vunnu rímiliga greitt móti H71 í finalunum.

Breiddin hjá VÍF var størri enn hjá H71, og tað gjørdist rættiliga avgerandi í finalunum. Hjá H71 hekk tað mesta á Peter Krogh, og tá ið hann ikki orkaði meira, var einki eftir hjá hoyvíkingum. Tað ber nokk eisini til at siga, at um VÍF ikki kláraði at koppa H71 hetta kappingarárið, so var ringt at vita, nær tað fór at verða.

Í hálvfinalunum og finalunum gekk alt upp í eina hægri eind hjá VÍF. Knappliga fóru vestmenningar at verja væl, eftir at verjan hevur verið milt sagt vánalig í nógv ár. Eisini vístu “nýggir” spælarar sum Hallur Arason og Heini á Heygum, at VÍF er annað enn Filip Jojic. Haraftur hava beiggjarnir Sjúrður og Julian Olsen saman við Hanus Christophersen verið við at givið VÍF neyðugu breiddina at vinna FM-finalurnar. Og sjálvandi skal besti málverji í føroyski kappingini, Mladen Mjerimacka ikki gloymast.



H71 betri fyri steðgin

Í dagsins dysti var H71 frammanfyri fyri tað mesta í fyrra hálvleiki. Ári Dam byrjaði við at taka fleiri skot frá Filip, og í hinum endanum lá væl fyri hjá Peter Krogh, sum hamraði bóltarnar í málið við vinstru ella høgru hond.

Hjá VÍF gekk heldur striltið at spæla seg gjøgnum fløtu seks-null-verjuna hjá H71, og tá var gott at hava góðar langskjúttar sum Filip og Ára.

Samanumtikið kundi H71 lættliga havt verið meira framman fyri í hálvleikinum, og tá ið Sjúrður Olsen hjá VÍF varð vístur av vøllinum fyri at koma í ein púra leysan mann, so sá rímiliga gott út hjá H71. Men munurin var einans eitt mál.



VÍF tók yvir

Í seinni hálvleiki helt munurin sær eina løtu, og H71 var eitt skifti trý mál frammanfyri. Men so kom stígur í, og tað gekst sera illa hjá H71 at skora í langa løtu. VÍF kom eftir fáum minuttum fram um við eini fýra málum.

Hesa løtuna var ikki nógv skil á H71. Í eini roynd at hvíla leikararnar, sum høvdu spælt ein hampiliga góðan fyrra hálvleiki, sá út til at H71 skifti alt ov nógv út, og tí fór øll rútman úr spælinum hjá H71.



Hallur spældi besta dystin nakrantíð

H71 gjørdi eina roynd at fara út at mansverja Filip. Tað hjálpti tó lítið, tí dagsins maður hjá VÍF, tveir metrar høgi høgri bakkurin, Hallur Árason, gjørdi sær veruliga dælt av góða plássinum. Umframt síni vanligu langskot, so megnaði langi kvívíkingur at vísa, at hann eisini dugir at smoyggja sær gjøgnum verjuna, um plássið er har. Vorið sum dystur, at spæla sín besta dyst nakrantíð.

Seinastu tíggju minuttirnar var einki at ivast í. VÍF hølvaði H71 av, og syngjandi vestmenningar sungu sigurin heim.

Frálíkir karmar um FM-finalurnar, og tað var eisini flott at síggja ungu H71-viðhaldsmenningar halda fram at syngja fyri sínum monnum eftir ósigurin.

Hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum VÍF.













 Dómaraseðil: