Dramatikkur, ælabogi og ársins mál í Klaksvík

Betri Deildin hjá monnum: KÍ – HB 2-2 (1-1)
Rættiliga symbolskt fyri farnu vikuna, so sást ælabogin á luftini í Klaksvík undir dystinum. Onkur helt skemtiliga fyri, at nú mundi dómarin fara at floyta dystin av. Men so var ikki, og á vøllinum fingu vit ein dyst í øllum ælabogans litum. Fyrsti veruligi oddadysturin í ár hevði so at siga alt, og intensiteturin helt sær frá byrjan til enda.

Í seinastu løtu sendi Árni Frederiksberg eitt framúr gott fríspark upp í samankomingina, og tryggjaði KÍ ein sera týðandi javnleik móti argasta kappingarneytanum í meistarastríðnum.
HB yvirvág í spæli
Dysturin byrjaði við, at bæði liðini royndu at trýsta langt frammi á vøllinum. Tað var tó HB sum vann sær yvirvág í spæli. HB kláraði at spæla seg úr trýstinum hjá KÍ, m.a. takkað verið at Teitur Gestsson í málinum hjá HB dugir so væl at spæla bólt.

Tá ið HB so hevði spælt seg úr trýstinum, var gott pláss frammi á vøllinum. Tað gjørdi, at HB fekk gott pláss at loypa á, og kom til nógvar møguleikar í fyrra hálvleiki.

Mikkel Dahl legði eisini HB uppiborið fram um í 11. minutti. KÍ formáddi sær einki, men einum oddaliði so líkt, so eydnaðist kortini klaksvíkingum at javna. Ein villa í verjuni hjá HB førdi til, at Páll Klettskarð skoraði og vísti, at hann veruliga er í toppformi fyri tíðina.

HB hevði sum nevnt eina rúgvu av møguleikum, og klaksvíkingar kunnu takka málverjanum, Mathias Brinch Roseørn, fyri, at HB ikki førdi, tá ið farið var til hálvleiks.

Hjá HB gekk René Shaki Joensen fremst, og hann vísti, at hann dugir at spæla fysiskt hart, og hann var avgjørt ein av høvuðsorsøkunum, at HB vann nógvar nærdystir við verjuna hjá KÍ. Eisini Hilmar Leon Jakobsen, Adrian Justinussen og Daniel Johansen dugdu væl at finna pláss at loypa á.

KÍ gavst við høga trýstinum seinasta partin av fyrra hálvleiki, og so spakuliga át KÍ seg inn í dystin aftur.

HB, sum ikki hevði gagnnýtt stóru møguleikarnar í fyrra hálvleiki, gjørdi tó skjótt av í seinni hálvleiki, og longu í øðrum minutti legði Dan í Soylu HB uppoborið fram um.

KÍ tók yvir
HB helt fram at hava yvirvág, men so við og við kom KÍ við í dystin. HB hevði brúkt nógva orku í trýstspælinum, og tá ið HB ongar útskiftingar gjørdi, gekk orkan spakuliga undan, og so gjørdist lættari og lættari hjá KÍ at spæla seg uttanum trýstið.

Seinastu 20 minuttirnar legði KÍ eitt rimmar trýst á HB-málið, og tað tyktist bara at vera ein spurningur um tíð, nær KÍ fór at javna.

Serliga vóru sera mongu fríspørkini, sum KÍ fekk, sera vandamikil, og var tað ikki fyri Teit í málinum, eitt sindur av hepni og eitt kolldømt mál, so hevði KÍ javnað. 

Serliga kolldømda málið var kontroversielt. Jóannes Kalsø Danilsen hevði sparkað bóltin aftur um seg í málið, og stadionspeakarin hevði ýlt navnið á málskjúttanum fleiri ferðir, tá ið dómarin í samráð við linjudómaran kom til, at Páll Klettskarð sum var rangstaddur hevði ávirkað støðuna. Tey í KÍ vóru sjálvandi rasandi, og endin var eisini, at venjari hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, fekk reytt kort.

Ein frísparksperla
Flest øll hildu, at HB veruliga hevði sett spenning í meistarastríðið, tá ið KÍ fekk enn eitt fríspark, eftir at bólturin úr stuttari frástøðu støkk upp í hondina á einum leikara hjá HB. Í HB hildu tey avgjørt ikki, at talan var um fríspark, men dómarin hevði dømt.

Árni Frederiksberg gjørdi ikki mætari enn at hamra bóltin upp í høgru samankoming, og við ársins máli syrgdi hann fyri, at KÍ framvegis er greiður favorittur at gerast føroyameistari í ár.

Betri Deildin hjá monnum 
KÍ – HB 2-2 (1-1)
0-1, 10. Mikkel Dahl
1-1, 14. Páll Klettskarð
1-2, 46. Dan í Soylu
2-2, 94. Árni Frederiksberg